Vónin styrkir seg á altjóða marknaðinum

Trolvirkið Vònin hevur nú keypt seg inn í danska trolvirkið, Strandby Net.

Vónin hevur keypt 75% av danska virkinum og endamálið er at styrkja føroyska trolvirkið á altjóða marknaðinum sigur Vónin.

Vónin og danska trolvirkið hava samstarvað í nógv ár og nú verða virkini knýtt enn tættari við tað, at danska virkið verður dótturfelag hjá Vónini, sum hevur fingið sær herrópið: Vit fáa lønsemi í fiskivinnuna

Tá ið sáttmálin varð undirskrivaður, segði stjórin í Vónini, Hjalmar Petersen, at hann gleddi seg til at halda fram við samstarvinum við danska virkið.

Vónin hevur deildir í Føroyum, Grønlandi, Kanada og Noregi og saman við deildunum í Danmark, er Vónin nú rættiliga væl fyri á norðuratlantiska marknaðinum.

Á myndini eru tað stjórin í Vónini, Hjalmar Petersen, hm og stjórin á Strandby Net,

Lars Peter Jensen, sum takka hvørjum øðrum fyri handilin.