Í dag varð avtala undirskrivað um at sameina P/f Vónina og Refa Frøystad Group soleiðis, at feløgini verða løgd undir eina móðurfyritøku siga feløgini í skrivi Móðurfelagið fær navnið ?VON?. Vónin og Refa Frøystad Group halda fram sum sjálvstøðug feløg undir nøvnunum P/f Vónin og RFG AS. P/f Vónin hevur í mong ár havt eina altjóða strategi, sum partvís hevur ført til stóra sølu til útlond, og eisini til at hava deildir í Kanada og Grønlandi. Refa Frøystad Group hevur deildir í Noregi og hevur eins og Vónin arbeitt við at styrkja handilin við útlond. Vónin metir RFG at vera eitt gott felag at arbeiða saman við um at økja og menna virksemið. Sameiningin millum feløgini bæði er væl móttikin av leiðsluni á Vónini. Við at leggja fyrtøkurnar saman kemur konsernin at hava ein stóran leiklut á norðuratlantiska marknaðinum. Bæði feløgini eru millum tey leiðandi á sínum øki, táið talan er um at útvega útgerð til fiskivinnuna og alivinnuna, og tilsamans vilja feløgini økja um sín førleika.
Samanleggingin er eitt stórt fet framá í altjóðagerðini hjá feløgunum, og ætlanin er eisini at styrkja og økja um virksemið á altjóða pallinum. Sambært roknskapirnar fyri 2007 hava feløgini ein samlaðan umsetning uppá 350 mió. Móðurfelagið verður stovnað við eginpeningi uppá 114,4 mió. og umframt verandi eigararnar av P/f Vónini og RFG AS verður P/f TF Holding ein av eigarunum. Í tí samlaða felagnum eru eigaraviðurskiftini soleiðis, at P/f Kerið eigur 38%, A/S Havila (Per Sævik) 23%, P/F TF Holding 22% og Frøystad familjan 17%. Í nevndini sita Klaus Rasmussen, Olaf Olsen og Jón Rasmussen, Per Sævik, Fríðrik Jóhannsson. Klaus Rasmussen er nevndarformaðu










