MAKRELUR
Fyrstu ferð í føroysku fiskivinnusøguni, at føroyskir ísfiskatrolarar hava verið á makrelveiði, var í vertíðini í fjør. Hetta læt seg gera, tí eginkvotan av makreli, sum Føroyar ásettu sær, var so mikið stór, at aðrir partar av fiskiflotanum enn tey traditionellu uppisjóvarskipini, fingu part av kvotuni.
Í fjør dróg út at útskriva kvoturnar til ymisku skipabólkarnar, tí bíðað varð sum longst fyri at vita, um ein avtala um makrelin millum strandalondini kundi fáast upp á pláss. Tá øll vón var úti, gjørdi táverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sínar ásetingar um, hvussu kvotan skuldi fiskast.
Við tað, at tvey stór skip hjá reiðarínum, Thor í Hósvík, Athena og Poseidon, komu í føroyskan sjógv at taka ímóti makreli frá ísfiskatrolarum, gjørdist eisini nógvur reiðskapur tøkur, og kundi reiðaríið í Hósvík soleiðis lata nøkrum ísfiskaskipum reiðskap til hesa fyrstu royndina á makrelveiði.
Vónin fyrireikað
Aftur í ár hevur drigið út at útlutað eina enn størri eginkvotu av makreli til føroyska fiskiskipaflotan, og enn eru bara tey traditionellu uppsjóvarskipini farin til fiskiskap eftir makreli. Ísfiskaflotin og eitt nú rækjuflotin, sum í ár fáa høvi at fiska av eini felagskvotu, eru ikki sloppin til fiskiskap enn, men sum skilst, kann veiðan av fyrsta parti av felagskvotuni hjá hesum skipum fiskast frá 20. juni til 20. juli.
Tá talið av ísfiskatrolarum, sum fara á makrelveiði í ár, helst verður enn størri enn í fjør, tekur spurningurin seg eisini upp, hvussu verður við trolreiðskapi til øll hesi skip. Spurningurin er eisini, hvussu nógvan reiðskap reiðaríið Thor í Hósvík hevur at lata í ár, nú Poseidon er seldur, og Athena liggur brend inni á Skálafjørðinum.
Sosialurin hevur tó frætt, at nakað væl av trolreiðskapi varð lagdur upp í Føroyum, tá Poseidon varð seldur.
Hjalmar Petersen, stjóri í trolvirkinum Vónini í Fuglafirði, sigur, at hugsandi er, at brúk verður fyri meiri trolreiðskapi til makrelvertíðina í ár enn í fjør, tá skipini, sum fara á hesa veiði, eftir øllum at døma verða fleiri í tali.
- Nú er tað soleiðis, at vit eru eisini veitarar av trolreiðskapi til Thor, sum læt skipum reiðskap í fjør. Men vit vænta eisini, at ein ávísur beinleiðis eftirspurningur verður eftir trolreiðskapi, nú makrelvertíðin hjá ísfiskaflotanum stundar til. Enn einaferð eru myndugleikarnir heldur seinir á sjóvarfallinum við útlutan, soleiðis at trupult hevur verið hjá reiðaríum at tilrættaleggja nakað í góðari tíð. Men nú tíðin nærkast, at ísfiskatrolarar kunnu fara á makrelveiði, vænta vit eisini ein ávísan eftirspurning eftir reiðskapi.
Hjalmar Petersen vísir á, at helst fara flestu ísfiskaskip at partrola eftir makreli, og tað merkir so, at talið av trolum verður helvtina minni enn talið av skipum.
- Vit hava havt nakað meiri at gera við at veita reiðskap ella partar av reiðskapi til uppisjóvarflotan, sum nú fiskar makrel, og vit vænta eisini, at vit fara fáa nakrar bíleggingar frá ísfiskaflotanum.
Hjalmar Petersen sigur, at vanligu botntrolini, sum ísfiskatrolararnir fiska upsa við, kunnu ikki brúkast til veiði eftir makreli.
- Fyri at fiska makrel, er neyðugt at brúka tað, sum vit rópa flótitrol ella uppisjóvartrol, og her er tað soleiðis, at makrel-og sildatrolini eru rættiliga lík.
Jú fyrr – jú betri
Hjalmar Petersen sigur, at Vónin hevur fyrireikað seg upp á, at nakað meiri verður at gera komandi tíðina í sambandi við komandi makrelfiskiskapin, sum stundar til.
- Vit hava tilfar liggjandi, og vit hava mannað okkum nakað betri. Vanliga gera vit flótitrolini í Fuglafirði, men kemur at standa á, vænta vit eisini hjálp úr Havnini.
Stjórin í Vónini sigur, at jú fyrr trolvirkið fær møguligar bílegginar frá ísfiskatrolarum, jú skjótari verður reiðskapurin klárur, sigur Hjalmar Petersen.










