Vónbrotin Svein Rógvi

Venjarin hjá Stjørnuni tekur hattin av fyri VÍF/Tjaldur, men hartar sínar egnu spælarar fyri at missa takið á dystinum.

 

Eitt skiftið var Stjørnan á odda 9-3 í fyrra hálvleiki, og fýra minuttir fyri tíð var Stjørnan frammanfyri við fýra, men alíkavæl fór VÍF/Tjaldur avstað øllum úr Klaksvík í kvøld.

 

Svein Rógvi Ljósstein Nielsen er vónbrotin av, at liðið hjá honum ikki megnar at binda um heilan fingur, tá tær eru á odda stutt fyri dystarlok.

 

Stjørnan tapti dystin 27-26 í evstu løtu.

 

Hoyr her samrøðu við Svein Rógva, sum ikki hevur mist mótið hóast tapið.