Tá kunngerðin upprunaliga skuldi koma í gildi 1. juli í ár, segði Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, at hon helt tað verða stak óheppið at kunngerðin kom í gildi, áðrenn at vinnan varð veruliga hoyrd í málinum og at málið varð lýst út í æsir. Hetta stendir hon enn við.
Vinnan mótmælti eisini harðliga, at kunngerðin kom í gildi við so stuttum skotbrái, sum ætlanin upprunaliga var. Eitt av høvuðsargumentunum hjá vinnuni var tá, at kunngerðin stóð at koma í gildi beint uppundir summarsesongina, og at feløgini longu høvdu gjørt vøruskrá og fyrireika seg til summarsesongina, tá tey vóru kunnaði um ætlanina hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin valdi tá at útseta ígildiskomuna av kunngerðini til 1. oktober, eftir at hava hoyrt sjónarmiðini hjá vinnuni um summarsesongina.
Vinnumálaráðið viðgjørt málið
Í vinnumálaráðnum hava tey arbeitt við málinum síðan tað var uppi at venda. Hóast heimildin at lýsa kunngerðina liggur hjá landssýrismanninum í fíggjarmálum, er tað vinnumálaráðið, sum varðar av vinnuni, og tí hava tey arbeitt við málinum líka síðan.
Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, sigur at í vinnumálaráðnum hava tey nú havt vinnuna inni til hoyringar, og at tey hava arbeitt við at málið verður væl og virðiliga lýst, áðrenn kunngerðin kemur í gildi.
Arbeiðið við at lýsa málið út í æsir er nú liðugt, og í hesi vikuni verður viðgerðin send fíggjamálaráðnum.
- Eg vóni at Karsten Hansen vil taka málið upp til viðgerð enn eina ferð, áðrenn kunngerðin kemur í gildi. Tað er ikki so nógv annað eg fái gjørt við málið, tí heimildin at hetta er ein heimild, sum landsstýrismaðurin hevur, og tað fái eg so ikki gjørt so nógv við. Men eg havi heitt á Karsten Hansen um at taka málið uppaftur til viðgerð, sigur Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum.
Kunnu missa eins nógv
Endamálið við at seta kunngerðina um at banna innflutningi av tollfríðum tubbaki kann lýsast á fleiri háttir. Til ber at argumentera við at hetta er eitt heilsugott átak, samstundis sum hetta eisini kann verða ein háttur at fáa eyka inntøkur í landskassan.
- Tað ber til at argumentera við heilsugóðum átøkum, men samstundis mugu vit royna at ikki taka ovbráðar avgerðir. Møguleikin kann nevnliga verða til staðar, at vit koma at missa líka nógvar inntøkur, sum vit vinna við at seta kunngerðina í gildi, vísir Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum á.
Lýsingin av málinum er liðug, og verður send fíggjarmálaráðnum í hesi vikuni, eftir at Bjørt Samuelsen hevur havt møguleikan at lesa hana gjøgnum. Bjørt Samuelsen vónar, at Karsten Hansen vil viðgerða málið av nýggjum, eftir at tilmælini hjá vinnuni eisini eru handaði honum.