Kaj Leo Í Bartalsstovu mátti berast av vøllinum í fjórðingsfinaluni móti FC Suðuroy farna vikuskiftið. Hóast tað sá álvarslit út, so røkist fyri, at hann verður tøkur til dystin fríggjadagin móti KÍ.
- Tað er ikki so gali, sum eg helt at byrja við. Liðbondini eru togd og tað hevur verið hovið, men nú nógv betri, sigur Kaj Leo Í Bartalsstovu.
Vongurin hjá Víkingi bleiv skaddur í evstu løtu av dystinum móti FC Suðuroy, sum Víkingur vann 4-1.
- Vónandi klári eg at spæla móti KÍ, sigur Kaj Leo víðari.
Dysturin millum Víking og KÍ verður fríggjakvøldið klokkan 19.00 í Gøtu.