Góði Jóannes.
Veit ikki, um eg skal gráta ella flenna.
Havi framvegis havt ta vón, at tú hóast alt meinti okkurt av tí sjálvstýrisprátinum, sum tú borðreiddi við fyri bert 4-5 árum síðani. At tú bert var vorðin fangaður í tí sambandska partinum av baklandinum hjá javnaðarflokkinum. Men at tú einaferð fór at bróta ígjøgnum.
Nú vóni eg, at tú hevur etið bláseym. Ella at onkur hevur spælt tær eitt puss. Ella at í hvussu er onkur logisk frágreiðing finst, sum kann prógva, at hetta er ikki tilvitað ella ætlað frá tíni síðu.
Hvat høvdu onnur sagt?
Tí sjálvandi kann tað ikki passa, at formaðurin í Føroya Javnaðarflokki hevur lagt seg út í grønlendska valstríðið og ávarað ímóti at velja loysingarflokkarnar.
Hvat høvdu Mórentius Viðstein, Danbjørg, P.M. Dam og aðrir hugsjónarmenn sagt, um teir høvdu vitað?
Hvat høvdu hugsjónarfólk innan arbeiðararørsluna kring allan heim sagt, um hetta kom út?
At ein framstandandi politikari úr eini ófrælsari tjóð, ávarar eina aðra ófrælsa tjóð ímóti at velja frælsisleiðina - á kanska tí mest avgerandi vali nakrantíð?
At ein javnaðarpolitikari hevur so lítið álit á brøðrafólkinum, at tað má "ávarast" um síni val.
Ongin hevði trúð tí.
Tí hvat skuldi endamálið verið við tí?
Kann mistreysti útflytast?
Eitt er, at so nógv orka verður brúkt her heima til at fortelja føroyingum, at vit nytta onki. At vit megna ikki at skapa eitt samhaldsfast og gott samfelag, uttan at danir hava yvirvaldið í landum. Og at vit tí ongantíð kunnu javnsetast við aðrar tjóðir.
Men tað er jú til tess at fáa atkvøður í breyðpolitikkinum. At ræða fólkið, fyri afturfyri at fáa pening úr Danmark at býta út.
Men hvat skuldi endamálið verið hjá einum føroyskum politikara at fortelja grønlendingum, at teir skulu ræðast frælsið og varðveita danskt yvirvald í Grønlandi?
Ongin kann fáa nakað burturúr at útflyta mistreysti til eitt annað fólk.
Samstarv ella niðurgering
Nú vilt tú kanska siga: Júmen, blanda tit tykkum ikki uppí í Grønlandi, tá tit samstarva um fullveldi?
Jú, víst kann tað eisini hava ávirkan, at vit samstarva um felags mál. Men tað byggir ikki á nakað misálit ella niðurgering av grønlendska fólkinum. Vit samstarva við grønlendskar politikarar um at berjast fyri tjóðarrættindum hjá bæði føroyingum og grønlendingum.
Vit hava sjálvsagt fult álit á, at grønlendingar velja sína egnu leið.
Vit tosa ikki niður til grønlendingar og ávara teir um at velja sítt egna frælsi ella at velja ávísar flokkar.
Ein himmalvíður munur er millum hetta, og so á sjálvum valdegnum at ávara grønlendingar ímóti at velja frælsisflokkar. Enntá í einum blað, sum er kent fyri at standa á sambandsvonginum.
Munur er á at samstarva um felags mál og so at mæla eini heilari tjóð til ikki at hava nakað mál.
Tað er meira enn sjálvt tann mest svarti sambandsmaðurin nakrantíð hevur gjørt.
Vónandi kemur hetta ikki út í øðrum londum, áðrenn tú hevur rættað mistakið, Jóannes.