Stjórin á Føroya Fiskasølu, Hans Johannes á Brúgv, hevur sæð tíðindini á netinum, um at Aldi ætlar at boykotta føroyskar fiskavørur. Á Fiskasøluni siga tey seg hava ein varhuga av, at nakað kann vera í tíðindunum, men tey hava roynt at kannað málið, men eingin hevur kunnað váttað tíðindini.
Hans Johannes á Brúgv sigur, at Føroya Fiskasøla ikki samstarvar við Aldi. Hann vónar tó ikki, at tíðindini fáa ta ávirkan, at aðrar fyritøkur halda somu leið, sum Aldi, og boykotta føroyskar fiskavørur.
Óseriøs
Ein hin fyrsta viðmerking hjá Hans Johannes á Brúgv er tó, at tað tykist, sum koma tíðindini frá umhvørvisfelagskapunum sjálvum, og hetta metir hann benda á, at ein eigur at kanna tíðindini. Hann sigur, at felagskapir, sum EIA, ikki verða roknaðir, sum seriøsir ella álítandi.
Men enn hava tey á Fiskasøluni ikki fingið nakað bræv ella fingið tíðindini váttað.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerkingar frá øllum teimum fyritøkum, ið selja fisk til Týsklands og Aldi, men tey, vit hava prátað við, hava enn einki hoyrt viðvíkjandi boykotti frá handilssambondum sínum.
Sostatt eru tað bert tíðindini á interneitnum, ið helst stava frá umhvørvisfelagskapum, ið boða frá boykotti ímóti føroyskum fiskaútflutningi.










