Vónandi fer Løgtingið nú at banna solarium

- Hetta fegnast vit og vit taka eisini fult undir við tí.
Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, tekur fult undir við ætlanini hjá landsstýrismanninum í heilsumálum um at banna ungum undir 18 ár at brúka solarium.
Karsten Hansen segði herfyri við Sosialin, at í heyst fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um at banna ungum undir 18 ár at brúka solarium.
- Vit taka avgjørt undir við, at ung undir 18 ár skulu ikki sleppa at brúka solarium, tí tað økir munandi um vandan fyri at fáa húðkrabba, sigur Jákup N. Olsen.
Hann minnir í hesum sambandi á, at onkur lond umhugsa enntá at seta fullkomið bann fyri solarium.
Her hugsar hann um Írland, sum hann veit um í hesum sambandi.
Formaðurin í Krabbameinsfelagnum vónar, at løgtingslimir taka betri ímóti uppskotinum enn teir gjørdu seinast, tað var fyri, tí tá varð tað felt.
Ein grundgeving var, at eitt slíkt forboð er tórført at halda, tí nógvar sólstøðir eru mannaðar og at tað fer at taka grundarlagið undan vinnuni, skulu tey, sum bjóða solarium hava vakt at ansa eftir, at eitt forboð verður hildið.
Men hetta dugir Jákum N. Hansen als ikki at skilja.
- Hetta er so einfalt sum tað, at tann, ið fer undir eina vinnu, má eisini halda lógirnar og tað eigur eisini at vera galdandi í hesi vinnuni.
Og her heldur hann, at atlitini til lívið og heilsuna hjá fólki, eigur at viga tyngri enn atlitini til nøkur fá vinnurekandi.
Hinvegin harmast Jákup N. Olsen um, at eisini almennir myndugleikar bjóða fólki Solarium.
- Eg haldi, at kommunur og aðrir almennir stovnar og feløg, eitt nú svimjihallir, eiga at ganga undan sum góðar fyrimyndir og eiga tessvegna ikki at bjóða sínum viðskiftafólkum solarium.
- Tað er próvfast, at sjálvt lítið brúk av solarium økir munandi um vandan fyri at fáa húðkrabba, eins og tað eisini økir um vandan at sóla sær ov nógv, og longri er tann søgan ikki, sigur formaðurin í Krabbameinsfelagnum