Vánaligt spæl og nógvir møguleikar

Hóast landsliðið í 1. hálvleiki vísti eitt tað vánaligasta avrikið seinnu árini, so vóru í 2. hálvleiki møguleikar at vinna stórsigur

Tað var aftur staðfest mikukvøldið. Tá føroyska landsliðið spælir móti stórum tjóðum, og tá tað spælir móti smáum tjóðum, so eru avrikini sum dagur og nátt. Í oktober var avrikið í 2?0 tapinum fínt, meðan tað í 1?0 sigrinum mikukvøldið í Liktinstein einki var at reypa av. Serliga í 1. hálvleiki minti spælið nógv um tað í 0?0 dystinum móti Andorra fyri einum góðum ári síðani.

Veruleikin og trupulleikin er, at tað gongst væl at skipa verjuspælið, sjálvt um føroyska liðið er undir stórum trýsti. Men tað gongst illa at mynda álopsspælið, tá mótstøðuliðið gevur høvi til tað.


Fyritreytirnar

ikki góðar

Venjarin vildi ikki hoyra talan um tað, og spælararnir tóku tað ikki upp á tunguna sum eina burturforkláring. Og tað kennist undarligt hjá føroyingum, sum ikki plaga at vinna, eftir ein sigur at leita eftir orsøkum til, at spælið mangan hevur hingið betur saman, men tað eru eyðsýndar orsøkir til hetta.

Ein er, at tað er tíðliga á árinum, og at venjingin hevur verið darvað av kava. Ein onnur er, at vøllurin á sera hugnaliga stadion Vaduz var so út av lagi óslættur. Serliga í 1. hálvleiki hevði hetta nóg persónlig mistøk við sær.

Og so skal tað ikki gloymast, at heimligu spælararnir vóru í eldinum fleiri ferðir í vikuni upp undir ferðina til Liktinstein týsdagin.

Fróði Benjaminsen var eftiransarin í miðverjuni. Hansara setningur var at ansa eftir Mario Frick, sum var stak væl upplagdur. Í 1. hálvleiki og fyrstu løtuna eftir steðgin gjørdi Fróði fleiri fríspark. Men sjálvt um tey vóru úr góðum støðum, so spurdist einki burtur úr hjá Liktinstein.

Í 2. hálvleiki var Fróði Benjaminsen ein teirra, sum spældi seg upp. Fyrsta tíman var ein trupulleiki, at tað var so striltið at bróta ígjøgnum í borðunum. Jákup á Borg spældi í høgru síðstu 36 minuttirnar, og hann setti ferð á. Fyrstu ferð sendingarnar hjá honum vóru neyvar og ferðin hjá honum órógvaði heilt týðuligt mótstøðumenninar.


Møguleikar

Fyrsta hálva tíman høvdu føroyingarnir einki at bjóða uppá í álopspartinum. Julian Johnsson feldi ein teirra. Ta ferðina var um reppið, at tað var brotsspark.

Í 34. minutti var um reppið, at vongverjin í vinstru, Patrik Hefti, sendi flatt horna í netið, men frá hansara stólpa sendi hann uppum.

Eftir steðgin kom meiri lív í føroyska álopsspælið. Í 57. minutti togaði Daniel Hasler Toda Jónsson niður í brotsteiginum, men Øssur Hansen sendi brotssparkið upp um málið.

Tá Føroyar skoraðu í 71. minutti var Øssur uppií: Hesa ferðina eydnaðist tað at senda úr vinstru og til handara stólpa. Uni Arge, Jákup á Borg og Todi Jónsson spældu saman, og hesin síðsti sendi av baklinjuni og út í málteigin til Una Arge, sum skoraði.

Seinna partin av 2. hálvleiki var púra útselt hjá Liktinstein. John Petersen, sum í sínum 25. landsdysti spældi væl í 2. hálvleiki, fekk rættuliga fatur á og stýrdi samanspælinum.

Møguleikar spurdust burturúr, men einki mál kom afturat, og síðstu fimm minuttirnar ráddi tað um at verja, meðan Liktinstein leyp á við nógvum fólki.


Hagtøl

Liktinstein?Føroyar 0?1 (0?0)


Á Rheinpark Stadion í Vaduz

Mikudagin 26. apríl 2000, kl. 18.30

950 áskoðarar

Dómaratríbólkur úr Sveis:

Andreas Schluchter

Zelimir Mitronic

Dachmann


0?1: Uni Arge 71


Liktinstein:

1. Peter Jehle, FC Scaan ? 6. Daniel Hasler, FC Vaduz, 5. Harry Zech, FC Balzers, 4. Patrik Hefti, FC Vaduz, 2. Jürgen Ospelt, FC Vaduz (16. Herbert Bicker, FC Schaan, 82.), 3. Martin Stocklasa, FC Zürich (18. Matthias Beck, FC St. Gallen, 86.), 9. Michael Stocklasa, 10. Martin Telser, FC Vaduz, 11. Frederic Gigon, FC Stade Lausanne (14. Christof Ritter, FC Wintherthur, 79.), 7. Thomas Beck, FC Vaduz (17. Ronny Büchel, FC Vaduz, 69.), 8. Mario Frick, FC Zürich, liðformaður


Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Martin Oehry, FC Rotweiss Rankweil, 13. Albert Wohlwend, FC Rorschach


Gult kort: Mario Frick, 55


Venjari: Ralf Loose


Føroyar:

1. Jens Martin Knudsen, Leiftur, 4. Fróði Benjaminsen, B68, 2. Jan C. Dam, B68, 3. Jens Kristian Hansen, B36, 9. Allan Mørkøre, ÍBV (14. Jákup á Borg, B36, 54.), 6. Sámal Joensen, Leiftur (17. Rógvi Jacobsen, KÍ, 76.), 11. John Petersen, B36 (15. Jóhannis Joensen, HB, 90.), 8. Julian Johnsson, Sogndal, 5. Øssur Hansen, B68 (13. Henning Jarnskor, GÍ, 76.), 7. Kurt Mørkøre, Sogndal, (12. Uni Arge, ÍA, 54.), 10. Todi Jónsson, FCK)


Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: eingin (tað vóru bara sekstan spælarar í ferðalagnum)


Gult kort: Jens Kristian Hansen, 58., Julian Johnsson, 73., Jan Dam, 77.


Venjari: Allan Simonsen

Liðleiðari: Heðin Askham

Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen

Lækni: Jens Pauli Marstein

Fysioterapeutur: John Reid Skoralíð