Vánaligt ráðgevarahegni?

Thomas Arabo
?????????????????
Idiotaborðini.
Tá íð eg gekk í 1. flokki í barnaskúlanum, vóru vit 32 børn í klassaverilsinum. Tey flestu borðini, sum vit sótu við, vóru í røðum, sum vit síggja tað í dagsins fólkaskúlum. Yviri í einum horni stóðu so nøkur borð fyri seg sjálvan. Hesi borðini vóru rópt idiotaborðini. Tey sum fingu tann ivasama heiður at fáa sess við hesi borð,vóru ikki serliga móttakilig fyri frálæru ella ráðgeving frá tí autoriteti, íð hevði givið teimum sessin.
Pædagogiska støðan broytt
Síðan er tíbetur nógv broytt, so í dag verða fólk útbúgvin í at læra frá sær. Mentamálaráðið hjá okkum krevur í dag at øll, íð undirvísa á hægri skúlum, afturat einari serútbúgving skulu hava eina slíka eykaútbúgving (pædagogikum). Hettar betrar førleikan at skilja onnur menniskjur, flyta vitan og ráðgeva øðrum.
Óheppin málburður
Kom at hugsa um hesi tingini nú eg sá okkara vælútbúna og gløgga formann í búskaparráðnum úttala seg til Dag og Viku. Hann hevur neyvan tikið pædagogikum ella nakað, ið líkist tí.
Hann er formaður fyri Búskaparráðnum, ið skal ráðgeva politikarum. Hesir kunnu so brúka ráðini ella lata vera - tað er teirra val. Fyrsta fyritreytin er tó, at teir lurta eftir ráðgevingini. Við at nýta "idiotaborðspædagogikkin" blokerar man fyri øllum frekvensum, og ráðgevingin verður ikki hoyrd.
Politiska uppgávan
Okkara politikarar hava ikki nakra einfalda upgávu. Teirra høvuðsmálsetningur er at skapa góð livilíkindir fyri tað tal av fólki, íð vil búgva her á oyggjunum í størri og smærri bygdum og býum, við so víðum vinnurættindum og møguleikum sum gjørligt. Hesin málsetningur verður ikki rokkin bara við økonomiskum lógum. Tingini eru nógv meira kompleks enn so. So okkara økonomar mugu finna seg í at virða tann politiska suverenitetin, har ikki altíð verður lurtað eftir teimun, men onnur viðurskifti verða avgerandi.
Ráðgevarastøðan
Hesa sannroynd má Búskaparráðið eisini liva við. Politikarin er suverenur og kann velja og vraka millum tey ráð, hann fær. Hann er eisini menniskja og dámar neyvan at taka ímóti ráðum frá fólki, sum alment ákærir hann fyri at fáast við kraddaravirksemi.
Mangur hevur sannað vísdómsorðini " Den tænkte tanke kan altid siges, det sagde ord kan aldrig ties ".