Vánaligar umstøður fyri sjúklingar

- Hotel Tórshavn er ikki egnað til frísk fólk. Hvussu kann tað so brúkast til tey sjúku. Eg haldi, at viðurskiftini eru so vánalig, at eg sjálvt ikki hevði bjóðað mínum egna hundi at búð her, sigur Kaj Jacobsen, sum hevur búð drúgt tíðarskeið á føroyska sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.

Krabbamein kemur oftani sníkjandi, og soleiðis var eisini hjá nú 33-ára gamla Kaj Jacobsen av Toftum. Byrjanin til sjúkuna vísti seg á sumri 2005, tá hann fekk ilt í økslina, og læknin sendi hann til fysioterapeut.
Viðgerðin hjálpti eitt sindur, men tá okkurt um ein mánaði var farin, kom pínan aftur. Hesaferð verri enn nakrantíð. Ungi toftamaðurin kom aftur í viðgerð hjá fysioterapeuti, men nú var ongin linni at fáa. Kaj varð sendur í røntgina, har myndirnar beinanvegin vístu, at okkurt álvarsligt var áfatt. Ein stórur svartur plettur í bringuni skuggaði fyri lungunum.
Kaj fekk tikið ymsar royndir á Landssjúkrahúsinum, ið vóru sendar niður. Svarið niðanifrá var alt annað enn gott. Kaj var raktur av krabbameini og fekk boð um at koma niður á Ríkissjúkrahúsið beinanvegin, har hann varð innlagdur 14. oktober. Her vístu kanningarnar, at hann í vinstru síðu innanfyri rivjabeinini hevði fingið ein krabbameinssvull, sum var 11 x 5 sentimetrar til støddar.
Í fyrsta lagi skuldu nógvar royndir takast fyri at finna útav, hvar krabbameinsvøksturin upprunaliga stavaði frá, áðrenn Kaj kundi setast í viðgerð. Tá hetta var staðfest, varð hann settur í heili fýra sløg av kemoviðgerð.
Hann slapp heim nakrar dagar til jóla, og skuldi síðani niðuraftur til framhaldandi viðgerð. Í juni varð hann lagdur undir skurð, har læknarnir beindu burtur stóran svullin.
- Tá eg spurdi, hvussu stórur krabbasvullurin var, svaraði skurðlæknin, at hann vigaði tvey og eitt hálvt kilo, sigur Kaj Jacobsen.
Skurðviðgerðin var tíverri ikki eydnast nóg væl, tí longu í november mátti hann aftur á skurðbonkin á Ríkissjúkrahúsinum.
- Støðan var so vánalig tá, at eg stórtsæð ikki minnist flogtúrin niður. Nýggjur svullur var vaksin út, ið trýsti inn á bæði lungu og hjartað, og hetta elvdi til stóra pínu. Tá eg kom niður, tappaðu læknarnir tveir litrar av vætu fyrstu 48 tímarnar. Kortini kom eg rættiliga skjótt fyri meg aftur, men læknarnir óttaðust kortini fyri, at krabbin hevði breitt seg til lunguni og vórðu møguliga noyddir at taka annað lunga. Tíbetur var ikki so illa statt, sigur Kaj Jacobsen.

Starvsfólkini ongan feil
Livimátin hjá unga toftamanninum hevur sjálvandi verið upp og niður ta tíðina, hann hevur verið sjúkur. Tað hava verið løtur, har hann hevur verið um at givið upp, men positiva lyndið hann er útgjørdur við frá náttúrunnar hond, er altíð komið honum til góðar.
- Eg hevði kvalma og spýði nógv aftan á skurðviðgerðirnar, og matarlysturin hevur verið vánaligur næstan alla tíðina. Hetta ger, at eg havi torført við at taka vektina upp á aftur, og av at eg altíð havi verið rættiliga klænur, er tað sjálvandi ein trupulleiki, sigur Kaj Jacobsen.
Triðja skurðviðgerðin varð gjørd longu tvær vikur aftan á ta næstu; hesuferð í høgru síðu. Krabbatølini høvdu verið góð ta fyrstu tíðina, men fóru síðani uppaftur, og tí varð aftur neyðugt at skera. Læknarnir staðfestu aftan á aðru skurðviðgerðina, at teir ikki kundu skera alt burtur, tí vandi var fyri at skaða tær nervarnar, ið liggja tætt við.
Hesa longu viðgerðartíðina hava mannan, pápin og systkini skiftst um at verið niðri hjá honum, og øll hava tey búð á Hotel Tórshavn.
Sjálvt um hann hevur alt tað besta at bera starvsfólkunum, so letur Kaj illa at umstøðunum á føroyska sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.
- Hetta er ikki egnað til frísk fólk, og hvussu kann tað so brúkast til tey sjúku. Eg haldi, at viðurskiftini eru so vánalig, at eg sjálvt ikki hevði bjóðað mínum egna hundi at búð her, sigur Kaj Jacbosen.
Trupulleikarnir eru líka stórir næstan alt árið runt, tí um summarið er ov heitt og um veturin ov kalt.
- Tað gýsur allastaði, og um veturin fæst ikki hiti inn á baðirúmini. Hotellið liggur á fjórðu og fimtu hædd í bygninginum og hevur tríggjar lyftir, men ein ella tvær eru næstan altíð í ólagi. Einaferð stóð mamma mín føst í einari av lyftunum, sigur Kaj Jacobsen.

Pappírstunnir veggir
Ungi toftamaðurin heldur, at hotellið er serliga illa egnað til krabbameinssjúklingar, ið oftani hava trupulleikar við matarlystinum.
- Sjálvt um maturin sum so er góður, er tað oftani, at mann ikki hevur lyst til júst tann matin, ið stendur frammi. Ístaðin átti tað verið so, at vit sum eru undir langtíðarviðgerð skuldu havt møguleika fyri sjálv at gjørt okkum júst tann matin, vit vilja hava, sigur Kaj Jacobsen.
Hann hevur torført við at fáa vektina upp um 60 kilo, har hon eigur at ligggja. Í løtuni er vektin undir 50 kilo, og tá skal havast skal í huga, at Kaj er lutfalsliga høgur á vøkstri.
Sjálvt um Kaj hevur einakamar, so vildi hann havt eina íbúð, tí hann er so leingi niðri í senn.
- Veggirnir út móti garðinum eru pappírstunnir og óbjálvaðir, og tí er sera kalt hesa ársins tíð. Skal eg siga nakað positivt um Hotel Tórshavn er tað – umframt starvsfólkini – at tráðleyst net er á kamarinum, ið ger, at eg kann sita við míni egnu teldu, sum eg brúki rættiliga nógv. Harafturat er altíð ein sjúkrasystir á vakt á hotellinum, ið vit kunnu venda okkum til, sigur Kaj Jacobsen.
Spurdur um hvussu hevur verið at halda mótinum uppi undir herviligu sjúkuni, sigur Kaj, at tað hevur gingið merkiliga væl.
- Sjálvandi hava tað verið svartir dagar, men á ein ella annan hátt er ein sum sjúklingur oftani tann, ið klárar tað best, meðan tey avvarðandi hava tað verri. Eg havi møtt einum manni her, sum hevur mist bæði arm og bein av læknaligum kleyvarskapi, men undarligt nokk er hann altíð í góðum lag, sigur Kaj Jacobsen.
Samrøðan er gjørd seinnapartin í februar, tá Kaj Jacobsen gleddi seg at sleppa heim eftir 24 stráluviðgerðir á Ríkissjúkrahúsinum. Hann er ikki frískur, men sigur seg hava tað hampuliga væl í dag.