Útboðið av tunfiski er minkað, og tað er eftirspurningurin av ókendum orsøkum eisini. Tað er íslendski bankin Glitnir, sum hevur hesi tíðindi í nýggjari frágreiðing Tunfiskaídnaðurin kring um heimin, sum í krónum og oyrum er ein hin mest týdningarmiklasti, er seinastu árini stagneraður.
Eingi útlit eru til bata.
Fleiri orsøkir eru til hesa støðu. Útboðið er minkað, og eftirspurningurin er eisini minkaður av ókendum orsøkum seinastu árini.
Tað er íslendski bankin Glitnir, sum hevur hesi tíðindi við í einari nýggjari frágreiðing.
40 tunfiskasløg eru kring um í heimshøvunum.
Í heimshandlinum av fiskavørum liggur tunfiskur á einum fjórða plássi.
Samlaða útflutningsvirðið av fiska-og skeljavørum var 53 miljardir evrur í 2005, og tað er ST, sum veit um hetta tal at siga.
Vørur úr tunfiski stóðu fyri tilsamans 7,6% av samlaða heimshandlinum av sjómati - ella fyri 4,1 miljardum evrum í 2005.