- Í ringasta føri kann misálit reisast ímóti landstýrismonnum, sum ikki svara fyrispurningum frá tingfólkum, heldur Bjørn á Heygum, løgfrøðingur. Fleiri dømi hava verið seinastu dagarnir, um landstýrsfólk, sum ikki røkja sínar skyldur mótvegis Løgtinginum.
Nevnast kann málið um Løgmann, sum ikki møtti í tinginum, tá ið hann eftir æltan skuldi svara einum fyrispurningi frá einum tingmanni.
- Tað er greiðar reglur um hesi viðurskiftini, og tað er als ikki nøktandi, at tær ikki verða yvirhildnar, sigur Bjørn á Heygum, løgfrøðingur.
Kann elva til misálit
Eisini hevur eitt mál stungið seg upp millum Kári P. Højgaard, formann í Sjálvstýrisflokkinum, og fíggjarmálaráðharran Jóannes Eidesgaard, har fíggjarmálaráðharrin ikki enn hevur svarað fyrispurningi, hóast freistin at svara var 27. desember.
- Hetta fær neyvan nakrar avleiðingar í verandi løtu, men í ringasta føri, og um hetta heldur áfram, kann tað elva til at misálit verður reist mótvegis landstýrisfólknum, sigur Bjørn á Heygum, løgfrøðingur.