Sterka útivallarliðið, Esbjerg FB, var og vitjaði Súna og teir grønu í Viborg. Súni slapp á vøllin í 56. minutti fyri ungarska høgra bakkin Zoltan Balog. Hetta tíðarbilið var Viborg longu aftanfyri 3-0, og meðan Súni var á vøllinum fekk Esbjerg enn eitt mál, soleiðis at Viborg tapti heili 4-0.