Á aktiva facebook-bólkinum "Flogbóltstíðindi" hevur flogbóltsfólkið í Føroyum kjaka rættiliga nógv seinastu dagarnar um hvørt tað er rætt ella skeivt, at allar hálvfinalurnar í steypakappingini verða spældar í KÍ-høllini í Klaksvík.
Summi meina, at talan er um ein heimavallarfyrimun hjá Mjølnir, hóast liðini hjá Mjølni hava heimavøll í badmintonhøllini.
Onnur meina, at KÍ høllin er ov myrk og keðilig.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Annu Sáru Skaalum og Magnhild Jacobsen hjá Fleyr um hvørja meining tær báðar hava um umstøðurnar hálvfinalurnar í steypakappingini verða leiktar undir.
Tær eru ivasamar um KÍ-høllina, men vóna, at tær verða yvirraskaðar og fara at uppliva eina góða og ljósa KÍ-høll í steypahálvfinaluni.










