Tað var eitt stórt vónbrot, at kærunevndin í lendismálum nú hevur steðgað ætlanini hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.
Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Kærunevndin í lendismálum sigur, at eftir býarskipanarlógini, at verða sjóøki turrløgd ella fylt upp, skal heimild vera fyri tí í eini góðkendari byggisamtykt.
Men tað er tað ikki í hesum føri, tí Tvøroyrar Kommuna hevur ikki enn broytt byggisamtyktina, so at hendan uppfylingin kann gerast.
Samstundis hevur kærunevndin givið kommununi eina nøs fyri ikki at fylgja rættari mannagongd.
Hann heldur annars, at sjálvandi kundi byggisamtyktin verið broytt frammanundan, men at í hesum føri er talan um ein trupulleika, tey aldrin høvdu komið til lívs kortini, tí kærumøguleikarnir eru nógvir hjá teimum, vilja kæra um fornminni.
Hann vísir eisini á, at tað er ikki vanligt, at sjóøki eru fylt upp, uttan at byggisamtyktirnar hava heimiðla tí.
- Tí hevði eg vónað, at arbeiðið slappa at halda fram og at vit annars sluppu við at fáa eina nøs, sigur borgarstjórin.
Hann veit ikki, hvat nú fer at henda og, hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa. Men býráðið og Varðin Pelagic høvdu fund í allan gjár og tað vera eisini fundir í allan dag.










