Vóna at senda í morgin

Brekið á sjónvarpssendaranum er nú funnið. Um viðrar verður hetta umvælt í morgin Teknikarar hjá Føroya Tele hava í dag kanna eftir, hvat brek talan er um á sjónvarpssendaranum, sum er gingin fyri.

Hans Andor Johannesen, tekniskur leiðari hjá Kringvarpinum, sigur, at brekið nú er funnið.

- Øll antennuskipanin verður eftirhugd tíðliga í morin, og vónandi er alt komið í rættlag innan senditíð í morgin. Hetta arbeiði krevur tó gott veður, so vit vóna at veðrið verður til vildar, sigur Hans Andor við portalin.