Hann fór ikki av Havnini klokkan sjey sum ætlað og hetta fer at ávirka ferðaætlanina eitt sindur í dag Tá ið Smyril skuldi fara av Havnini klokkan sjey í morgum, slapp hann ikki avstað, tí hann hevði fingið tekniskar trupulleikar í elektrisku skipanini.
Men tey vóna at loysa trupulleikan skjótt og seinastu upplýsingarnar siga, at hann vónar at fara av havnini nú klokkan 8.45, tað er um fimm minuttir
Men fráferðin av Krambatanga er av somu orsøk eisini útsett í ein tíma til klokkan 10.30, sigur rutuupplýsingin.
Restina av degnum siglur hann eftir ferðaætlanini