Gongst sum ætlað, verður farið undir eina nýggja ferðavinnuútbúgving í Vestmanna næsta summar. Tað vísir Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, fíggjarnevndini hjá Løgtinginum á, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar.
Hon sigur, at ein tørvsmeting er gjørd av eini slíkari útbúgvving og úrslitið av tí er, at útbúgvingin verður á akademistøði, og í hesum sambandi verður eisini tryggjað, at útbúgvingin verður góðkend í Danmark, so at farast kann undir víðari útbúgving har.
Ein akademiútbúgving er ein styttri útbúgving fyri fólk, sum ætla undir víðari útbúgving. Ofta er tað fyri fólk, sum hava arbeiði, men sum vilja førleikamenna seg á einum øki.
Annars er eingin slík útbúgving í Danmark, og tí er útbúgvingin í Vestmanna skipað eftir íslendskari fyrimynd. Samstundis verður arbeitt við at útvega útbúgvingini danska viðurkenning. Tað ber ikki til at siga, hvussu skjótt ein loysn er funnin, men landsstýriskvinnan vónar, at fyrstu næmingarnar kunnu byrja næsta summar.
Í sambandi við miðnámskúlan í Vestmanna, er tað ein trupulleiki, at eingir næmingabústaðir eru til taks, men Rigmor Dam sigur, at tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um at útvega næmingabústaðir í Vestmanna. Er tørvur á næmingabústøðum, kundi verðið tosað við Bústaðir um málið, heldur hon.
Annars leggur hon afturat, at Miðnám í Vestmanna hevur víst á, at bussambandið til og frá skúlanum er ikki nøktandi, og tískil hevur skúlin borið upp á mál, at lagt verður upp fyri, at nógvir næmingar brúka bussin dagliga.
– Mentamálaráðið hevur samskift við Strandferðsluna um bussambandið og arbeitt verður við at bøta um bussambandið til og frá Vestmanna í sambandi við skúlagongdina har, sigur Rigmor Dam.