Oljuráðstevna
Ein orsøkin er tann, at brøvini til møgulig áhuga eru farin so seint út. Higartil hava umleið 50 sagt frá luttøku, men Malan Joensen í Vinnuhúsinum vónar, at tað fara at vera eini 130 til 150 fólk til ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum, tá avtornar. Tað vísir seg, at føroyingar eisini á hesum økinum gera vart við seg í síðstu løtu. Malan Joensen sigur, at í fjør vóru meira enn 200 fólk á ráðstevnuni, hóast tey høvdu roknað við nógv færri. Enn hava fyrireikararnir ikki lýst rásðtevnuna í bløðunum. Endaliga skráin er klár í næstu viku.
Malan viðgongur, at soleiðis sum oljutilgongdin hevur verið í seinastuni, so verður luttøkan neyvan so stór sum í fjør, men hon hevur lagt til merkis, at fleiri útlendingar longu hava boðað frá luttøku.
Tað er Oljuvinnufelagið undir Vinnuhúsinum, sum stendur fyri ráðstevnuni, sum hevur verið á hvørjum ári hesi seinastu árini.
Í ár fara feløg at gera status í kanningunum og dentur verður eisini lagdur á komandi útbjóðing.