Vín handan Andes-fjøllini

Vínummælið

Yvirskriftin ljóðar nakað tvískild. Og tað er hon eisini, tí eg sipi til vínmarkirnar bæði eystan og vestan fyri Andes-fjøllini í Suðuramerika. Hesin fjalla-ryggur, ið fer næstan 7.000 metrar upp í himnahválvið og strekkir seg 7.000 kilometrar suður og norður, skilir londini Argentina og Kili frá hvørjum øðrum.

Hesi londini hava seinastu 10 árini veruliga tikið seg fram á heimsmarknaðinum við kraftmiklum og fruktkendum vínsløgum. Fyrstu árini Kili og nú seinastu 2-3 árini er sannur Argentina-fepur farin at herja millum vín-njótarar. Har kilensku vínsløgini fyri ein part kanska hava verið nakað søttlig og súltutoyskend, so eru tey argentinsku eyðkend við einari elegansu. Loysunarorðið er Mendoza. Hesin háslættin er einastandandi í heiminum í mun til at dyrka vín og serliga at fáa Malbec-drúvuna á hægstu tindar. Vínmarkirnar eru í millum 1.000 og 1.500 metra hædd. Hitin er tá ikki so ógvusligur, hóast at vit ikki eru so langt frá ækvator. Men kortini so høgt uppi at sólin skínir uttan íhald. Mjørkin leggur seg heldur ikki her. Lítið og einki avfall er. So at siga oyðimørk. Men bóndurnir brúka bráðnandi ísvatnið frá Andes-fjøllunum at vanda við. Hetta eru karmar, ið borga fyri sunnari fyrstafloks frukt. So at siga ongar plantusjúkur eru her. Vínbóndirnir brúka so hæddina at tulka drúvuna á ymsan hátt. Eru vit í 1.500 metra hædd gerst hon meira løtt, mineralsk og samansett. Í 1.000 metra hædd gerst vínið tyngri og kraftmiklari. Hetta fyribrygdið líkist rættiliga nógv tí, ið fransar rópa fyri Terroir. At ymisk sløg av jørð kann tulka drúvuna á ymsan hátt. Her er tað so skiftandi amplitudan frá sólargeislunum, ið ávirkar drúvurnar og endaliga vínið í gløsunum hjá okkum.

 

Heiti: Viu Manent, Valle de Colchagua, Chardonnay 2007

Uppruni: Turt hvítvín úr Kili HYPERLINK "http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/7/78/Flag_of_Chile.svg" INCLUDEPICTURE "http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/7/78/Flag_of_Chile.svg/800px-Flag_of_Chile.svg.png" * MERGEFORMATINET

Ummæli: Korngulur litur. Angin er eyðkendur fatlagrað Chardonnay úr nýggja heiminum. Gul súrepli, melón og vanilja. Smakkurin hevur rímiliga góða javnvág millum frukt og fat. Meðalkraftmikil og turrur frískligur stílur við góðari sýru. Meira kantutur stílur. Ikki super samansett, men hevur sínar dygdir. Gott til prísin.

Kostnaður: Kr. 74,00

Skoðsmál: 4 stjørnur ****

 

Heiti: Alamos (Catena), Mendoza, Chardonnay 2007

Uppruni: Turt hvítvín úr Argentina HYPERLINK "http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/1/1a/Flag_of_Argentina.svg" INCLUDEPICTURE "http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/1/1a/Flag_of_Argentina.svg/784px-Flag_of_Argentina.svg.png" * MERGEFORMATINET

Ummæli: Tættur gulgrønut litur. Sera lekkur og samansettur angi eins og ein fruktsalat við eksotiskum fruktum og vanilju-krem. Her er vanilju-kremið ímynd fyri gott fat-handverk. Í harmoniska smakkinum er fruktin sólbúgvin, mjúk og leskilig. Sera saftmikil og í framúr javnvág við tónum frá búningini á dygdar eik-føtum. Vín við formum har kenslan er eins og velour í gómanum. Flott argentinskt hvítvín! Hóskar til fisk við rómasósum.

Kostnaður: Kr. 101,50

Skoðsmál: 5 stjørnur *****

 

Heiti: Viu Manent, Valle de Colchagua, Malbec 2006

Uppruni: Turt reyðvín úr Kili HYPERLINK "http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/7/78/Flag_of_Chile.svg" INCLUDEPICTURE "http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/7/78/Flag_of_Chile.svg/800px-Flag_of_Chile.svg.png" * MERGEFORMATINET

Ummæli: Kirsubersvartur litur við violettum kanti. Svørt berfrukt og ein feril av grønum urtum í anganum. Kraftmikil og samansettur smakkur, ið hevur brá av bromberum, lakresi, pípu-tubakki og so hesin grøni tónin av grønari piparfrukt. Fruktin er í hásæti í hesum prís-rímiliga víni.

Kostnaður: Kr. 73,00

Skoðsmál: 5 stjørnur *****

 

Heiti: Alamos (Catena), Mendoza, Malbec 2005

Uppruni: Turt reyðvín úr Argentina HYPERLINK "http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/1/1a/Flag_of_Argentina.svg" INCLUDEPICTURE "http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/1/1a/Flag_of_Argentina.svg/784px-Flag_of_Argentina.svg.png" * MERGEFORMATINET

Ummæli: Klassiskur purpur-litur, sum argentinska Malbec-drúvan oftani færfrá alpinu sólini á Mendoza-oyðimarkaháslættanum. Sera samansettur og raffineraður angi við brá av myrkari berfrukt, mineralum og sjokolátu. Lekkur og kínandi smakkur við maskulinum tónum, ið fær ein at hugsa um bromberog bláber. Og so okkurt feminimt mótspæl við hindber-parfumu. Framúr javnvág, turt og harmoniskt vín. Hella um ein tíma. Hóskar sera væl til stokt lambskjøt við kraftmiklari sós.

Kostnaður: Kr. 101,50

Skoðsmál: 6 stjørnur ******

 

Mortan í Hamrabyrgi ummælir vín úr Rúsdrekkasølu Landsins. Skoðsmálini eru latin í mun til samsvar millum prís og góðsku.