Vælsignaður løgmaður, frem ikki eina óbótagerð!

Høgni Hoydal

Útvarpið visti í dag (fríggjadagin, red.) at siga, at løgmaður ætlaði at fáa donksu stjórnina at fráboða uttanríkispolitisku heimildarlógina til ST
- Vónandi er talan um eina misskiljing ella eina óumhugsaða útsøgn frá løgmanni.
- Um løgmaður biður donsku stjórnina fráboða ST, at vit ikki hava nakran altjóða rætt, men bert kunnu gera altjóða sáttmálar vegna Danmark sum Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne"  og bert um danir góðtaka tað og tað ikki stríðir móti donskum áhugamálum  so er talan um eitt uppaftur álvarsligari og vandamiklari afturstig, enn tá løgtingið samtykti hesar donsku lógirnar.
- Eitt er, at Løgtingið  helst í stórum ósketni  hevur samtykt eina danska lóggávu, sum letur allar heimildir og allan rætt til danskar myndugleikar at avgera. Tað er jú vorðið væl og virðiliga staðfest, at ávaringar frá andstøðuni og frá serfrøðingum vístu seg at vera rættar.
- Eitt annað er, um løgmaður uttan nakra fólkaatkvøðu ella demokratiska viðgerð ætlar at lata donsku stjórnina boða ST og altjóða samfelagnum frá, at vit eru gingin undir hesar treytir.
- Tá er okkara fólkarættarliga støða beinleiðis undirgrivin mótvegis altjóða stovnum.
- Tað sama er at siga um sonevndu yvirlýsingina, har sjálvsavgerðarrætturin er nevndur. Undir viðgerðini av málinum og uppá beinleiðis fyrispurningar, hevur danska stjórnin jú gjørt greitt, at talan er bert um ein "innara sjálvsavgerðarrætt"  altso inni í danska ríkinum.
- Um hetta verður fráboðað ST, so hevur danska stjórnin fingið bæði í posa og sekk. Posan fekk hon, tá løgtingið samtykti ómegdarlógirnar. Sekkin og kjaftbandið fær hon, um vit góðtaka, at ST fær boð um, at vit bert eru ein landslutur undir donskum rætti.
- Eitt slíkt stig hevði verið at farið longur á sambandsleið, enn sjálvt teir eldru sambandsmenninir í føroyskum politikki nakrantíð hava góðtikið.
- Tí vil eg staðiliga ávara ímóti einum slíkum afturstigi. Og eg vil inniliga heita á løgmann um ikki at fremja nakra óbótagerð. Í minsta lagi rokni eg við, at løgmaður leggur hetta fyri løgtingið, áðrenn hann gevur donsku stjórnini honds- og hálsrætt yvir føroyskum sjálvræði.