Vælnøgdur við ”nýggja” Hvalbiartunnilin

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, er rættilig væl nøgdur við tær ábøtur, sum vórðu gjørdar í Hvalbiartunlinum í fjør.

Í heyst vórðu ábøtur gjørdar á Hvalbiartunnilin fyri tríggjar milliónir krónur og í hesum sambandi eru víkipláss gjørd størri, ljós eru sett upp í tunlinum, umframt at eldsløkkjarar eru settir upp. Harumframt er tunnilin hækkaður og fartelefonsamband er lagt ígjøgnum.

Síðani hava mong fýlst á, at ábøtur yvirhøvur verða gjørdar í tunlinum, heldur enn at gera nýggjan tunnil, sum er átrokandi.

Men serliga hava bilførarar fýlst á, at ljósini í tunlinum eru ógvuliga órógvandi, tí tað er sum at fáa eitt blitz í eyguni, hvørja ferð, koyrt verður framvið einum ljósi.

Kári P. Højgaard sigur, at um vikuskiftið var hann í Suðuroy og tá fekk hann høvi at royna nýggja tunnilin.

- Eg eri vælnøgdur við tað arbeiði, sum er gjørt. Nú er tunnilin ljósur og yvirhøvur er úrslitið av ábótunum soleiðis, eg hevði vónað at tað skuldi verða.

- Eg haldi, at hetta er ein góð fyribils loysn og eg haldi, at tað var ein góð íløga at brúka peningin til hesar ábøturnar, heldur enn at fyrireika nýggjan tunnil, sum kortini liggur nøkur ár frammi í íløguætlanini hjá samgonguni, leggur hann afturat.

Hinvegin staðfestir hann, at tunnilin er als ikki nóg góður enn.

- Men frá tí at hann var ein kolamyrkur og trongur tunnil, til at hann nú er vorðin ein ljósur og víðari tunnil, er ein stór broyting, tí nú eru umstøðurnar nógv betri, enn tær vóru, leggur hann afturat.

- Í dag er onki øðrvísi at koyra ígjøgnum Hvalbiartinnilin, enn tað er at koyra ígjøgnum Leynatunnilin, heldur landsstýrismaðurin.

- Eru ljósini til so stóran ampa, kann umhugsast at gera okkurt við tey, kanska seta skermar upp, so at tey ikki lýsa í andlitið á bilførarum, sigur Kári P. Højgaard.