Vælljómandi strúkarakonsert

Fríggjakvøldið hevði eldra strúkaraorkestrið í Tórshavnar Musikkskúla konsert í Listaskálanum. Fitt av fólkið var komið at lurta, og ikki kann sigast annað enn, at tað gjørdist eitt frálíkt kvøld við sera dugnaligum tónleikarum

Tónleikur eftir millum annað Händel, Bach, Mozart og Schuberg var framførdur. Tíggju ung fólk í aldrinum 15-20 ár spældu violin og cello. Fimm gentur og fimm dreingir. Leiðarin fyri strúkararnar er Bernharður Wilkinson, og hann var meira enn nøgdur við næmingarnar aftan á konsertina.
 Tey kláraðu tað avbera væl, tey høvðu ongan dirigent, so tað var ein sera krevjandi konsert, segði hann.
Stykkini, sum tey spældu vóru ógvuliga torfør at spæla, og nógv hevur verið vant áðrenn konsertina (Næmingarnir sjálvir vóru sera nøgdir og nevndu orð sum »alletiders« og »betri enn nøgd«, tá tey vóru spurd um hvussu tey hildu tað hevði gingið.