Vælkomin í Hoydalar, vit vóna at tú fert úr!

05a og b í Hoydølum


15. august møttu vit upp í Hoydølum við vónum um trý góð ár við okkara nýggju floksfeløgum. Men tað fyrsta Mads Winther segði við okkum var, at teir málsligu flokkarnar vóru yvirmannaðir og fóru vónandi at vera broyttir. Ikki er loyvt at vera meir enn 24 næmingar í hvørjum flokki, men teir málsligu flokkarnar høvdu í byrjanini 26 næmingar. Um ikki 2 næmingar úr a, b og ð flokkunum eru givnir áðrenn 1. oktober, so verður møguliga ein nýggjur flokkur gjørdur, um peningur var til tað. Nú eru 24 næmingar í ð flokkinum, men 25 í a og b flokkunum.
Hølini eru ov lítil til 25 næmingar, halda vit og læraranir. Teir fáa illa nokk umdirvíst, og tað er sera kvalið eftir 90 minuttum. Stovurnar hava heldur einki air-conditioning.
Men vit í 05a og 05b vilja ikki koyrast í nýggjar flokkar. Vit hava sera gott forhold í flokkunum, og vit halda, at tað er alt ov seint at skylja okkum frá hvørjum øðrum. Tað er Mentamálaráðið, ið hevur koyrt 26 næmingar í hvønn flokk. Vit føla okkum sum um vit einans eru tøl. Hvussu nógv tøl kann man proppa inn í eina skúlastovu?
Tað er jú eitt undantak, at Mentamálaráðið kann koyra meir enn 24 næmingar í ein flokk. Og í hesum førum var tað við tí hugsjón, at 6 næmingar fóru at gevast, áðrenn hálvurannar mánður var liðin. Vit føla okkum ikki sera vælkomnan.
Visión 2015 sigur, at øll skulu hava eina miðnámsútbúgving, men Mentamálaráðið heldur, at tað er so long tíð inntil ta tíð. Men ein studenta-útbúgving tekur trý ár, og so skal ein eisini læra víðari, sum eisini tekur nøkur ár. Mentamálaráðið hevur ikki ætlað sær at byrja í góðari tíð og ætla sær ikki at vera fyrireikaði til visión 2015.
Vit (næmingarnir) ganga við óvísheit um, hvat fer at henda við okkum. Vit vilja stuðla Yrkisfelaginum í, at hetta ikki fer at endurtaka seg (at meir enn 24 næmingar vera koyrdir í 1 flokk). Hettar er komið fyri einaferð fyrr, og tað endaði við verkfalli, sum eisini kann koma fyri nú. Tað ávirkar pensum hjá okkum sera nógv.