John Johannessen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin
Hvat er hent við okkum føroyingum? Hóast happingarmentanin hevur blómað í Føroyum frá gamlari tíð gjøgnum tættir, skipsrukkur og bygdarfrell, so hava vit hóast alt góðtikið og virt hvønn annan nøkulunda. Men nú er vorðið galið. Nú kanst tú ikki kalla teg rættan mann, um tú ikki gongur á odda í at niðra og enntá útihýsa fólki úr samfelagnum.
Politikarar eru teir, sum hava verið fremstir at innført nýggja rákið. Dugi ikki at finna aðra orsøk fyri hesum enn eitt slag av politiskum máttloysi og ómegd. Tað er jú lættari at brúka orkuna uppá niðran og afturfyri sleppa í fokus, heldur enn at brúka nógva orku og stríð uppá torgreidd samfelagsviðurskifti og kanska onga umtalu fáa.
Trupulleiki í Javnaðarflokkinum
Tíverri sær tað út til, at støðan hevur ment seg til at gerast mest álvarsom í mínum egna flokki. Her er visjón 2015 vorðin til visjón 1715, og einstakur tinglimur sær tað sum sítt fremsta mál at útihýsa fólki frá arbeiðsmarknaðinum orsakað av kynsligum samleika.
At nokta fólki livibreyð er sjálvsagt beint tvørturímóti øllum aðalmálum í alheims javnaðarhugsjónini. At beinleiðis niðra samfelagsbólkar er somuleiðis í stórari andsøgn til javnaðarhugsjónina. Og tískil eiga slík sjónarmið á ongan hátt at fáa rúmd í einum javnaðarflokki.
Tí var tað er fegnast um, at starvsnevndin í Javnaðarflokkinum alment boðaði frá, at Javnaðarflokkurin er ímóti slíkum sjónarmiðum og tvørturímóti heldur, at rúm skal vera fyri øllum í landi okkara. Tískil er almenna støðan hjá Javnaðarflokkinum júst í tráð við tolsemistiltakið.
Men tess meira serstakliga harmiligt og ódámligt var tað, at hesi sami tingmaður í staðin fyri at taka átalu floksins til eftirtektar, heldur valdi at standa við sínar útsagnir og alment niðra álitisfólk í sínum egna flokki.
Sjálvsagt skal vera vítt til veggja og høgt til loftið í Javnaðarflokkinum eins væl og aðrastaðni. Men slíkur harðrendur atburður ímóti næstanum eigur á ongan hátt at koma fyri.
Tolsemistiltakið er júst í tráð við nýggju starvsnevndarsamtyktina hjá Javnaðarflokkinum. Tískil skal tað vera mín vón, at ikki minst fólk úr okkara flokki fara at stuðla frálíka tiltakinum.
2015 ella 1715
Poul Michelsen, løgtingsmaður, førdi herfyri fram, at stendur hendan gongdin við, er lítið virði í at halda fram við tosinum um, at Føroyar skulu vera millum heimsins bestu lond í 2015. Hesum eri eg púra samdur við honum í. Tað er lítil møguleiki at náa málinum, um ikki allir borgarar í samfelagnum hava møguleikan at vera við.
Hjá mær sum politikara og sum javnaðarmanni er tað eitt aðalmál ella rættari ein skylda at arbeiða fyri einum samfelag, har tað er pláss fyri øllum. Einum samfelag, har tað er pláss fyri tær, óansæð sosialan status, húðalit ella kynsligan samleika. Einum samfelag, har frælsi, javnaður og brøðralag eru í hásæti.
Menniskju skulu hava frælsi at skapa sær eitt gott lív út frá egnum fortreytum og evnum. Men frælsið er bert veruligt, um tað er fyri øll. Tí hava vit skyldu at tryggja frælsi fyri øll gjøgnum brøðralagið. Øll eiga rættin til eitt gott lív í felagsskapinum. Ikki bert nøkur fá, ikki bert meirilutin, men øll. Onki minni enn øll.
Tað er ymiskleikin tað serstaka við tí einstaka ið skapar eitt samfelag. Tí eiga vit at virða ymiskleikan og verja hann.