Vælferð vs. Frælsi?

(Aftursvar til viðmerking hjá Helga Abrahamsen til grein mína, "Sambandshugsjónin? ABC?")

Knút Eysturstein
???????????????

Eg má byrja við at siga, at tað er ikki eiti á ábyrgd, ið Helgi hevur lagt á mínar herðar! Í relativt stuttu viðmerking síni biður hann meg skriva eina grein afturat. Eina grein, har eg persónliga skal koma við einum ítøkiligum fíggjar-ligum uppskoti til, hvussu vit loysa Føroyar frá Danmark, og ikki minst hvussu og hvar vit skulu skerja í vælferðartænastum!
Eg fari hervið at takka Helga fyri álitið, men eg óttist samstundis fyri, at eg verði noyddur at skuffa hann! Tí eg eri hvørki samfelagsfrøðingur ella búskaparfrøðingur! Eg eri bert ein ungur maður, ið gjarna vil hava álit á teimum, ið stýra landinum! Á sama hátt sum eg havi álit á samfelagsfrøðingum, búskaparfrøðingum og øðrum serfrøðingum, ið virka í okkara samfelagi! Tað eru jú hesir serfrøðingar, ið gera uppskot til broytingar í okkara samfelagi, og ikki eg persónliga! Hinvegin krevji eg av okkara fólkavaldu politikarum, ið stýra landinum, at teirra ráðandi hugburður skal vera merktur av áliti og áræði! IKKI ótta og óhjálpsemi!
Greinin hjá mær hevði eitt heimspekiligt ástøði. Eg setti fram spurningar um álit og hugsjónir. Viðmerkingin hjá Helga hevur eitt fíggjarligt (materialistiskt?) ástøði. Hann setur fram spurningar um tøl og fíggjaruppskot. Hetta hongur ikki saman, og hevur - í einum kjaki - lítið við hvørt annað at gera! (Meir um hetta seinni í greinini).

Spurningar og aftursvar
Helgi ger sær í viðmerking síni nakrar tankar um, hvør spurdi hvat, og hvør svaraði hvørjum á valfundinum í Runavík á sinni. Fyri at gera alt eitt sindur greiðari fari eg her at endurgeva mínar spurningar og svarið hjá Helga enn einaferð.
Spurningarnir, ið eg setti Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, vóru tveir í tali. Tann fyrri var: "Eru tað bara materiell virði,so sum pengar, bilar, sjónvørp og luksus, ið hava nakað at siga her í lívinum?"
Tann seinni var: "Hugsar nakar av tykkum um avleiðingarnar av tykkara boðskapi? Tað einasta ein fær at vita er, at vit duga einki! Vit kunna einki! Vit kunnu bara klára okkum við peningaligum stuðuli frá Danmark!". (eg endurgevi her so orðarætt sum yvirhøvur gjørligt).
Svarið hjá Helga Abrahamsen var: "Sambandsflokkurin setur vælferðina hjá føroyinginum fremst. Eitt sindur av luksus afturat er fínasta slag".
Um hetta var eitt svar uppá annan ella báðar spurningarnar, skal eg ikki gera meg klókan uppá. Helgi sigur sjálvur, at svarið hjá honum hevði einki við mín spurning at gera, (!) og at eg havi sjálvur sett svar og spurning saman sum best ber til, og havi síðan "kóka súpan burturúr". Nú fari eg at útgreinað fyri tær, Helga, hvat ið var sakt á fundinum, og hvør niðurstøðan er:

A) Eg spyrji: "eru tað bara materiell virði,so sum pengar, bilar, sjónvørp og luksus, ið hava nakað at siga her í lívinum? Hugsar nakar av tykkum um avleiðingarnar av tykkara boðskapi? Tað einasta ein fær at vita er, at vit duga einki! Vit kunna einki! Vit kunnu bara klára okkum við peningaligum stuðuli frá Danmark!?"
B) Helgi svarar: "Sambandsflokkurin setur vælferðina hjá føroyinginum fremst. Eitt sindur av luksus aftrat er fínasta slag".
C) Aftursvarið er sera ógreitt. Tískil er niðurstøðan onnur av tveimum:

Niðurstøða 1: Helgi hevur misskilt spurningarnar og velur tí at koma við einum floskli ístaðin (sum ein rættur politikari)
Niðurstøða 2: Helgi metir materiel virði, vælferð og luksus at vera eitt feitt og heldur at hetta er tað, ið gevur lívinum innihald.

Tá ein stillar upp sum valevni fyri politiskan flokk, og førir seg fram á valfundi, so má ein eisini takað avleiðingarnar av orðunum, ið ein ber fram!
Eg vil annars leggja aftrat, at orð ið vóru borin fram á veljarafundi 15 januar í Runavík neyvan hava tann stóra framhald-andi áhugan hjá lesaranum, so kanska áttu vit at steðga her.

Fullveldi vs. vælferð?
Helgi sigur seg dáma partar av míni grein. Men so sigur hann eitt sum ikki passar, og tað er, at eg sigi bart út, at fullveldið hevur størri týdning enn vælferðin hjá føroyingum. Eg veit ikki hvar tú lesur tað, men tað stendur ikki skrivað í míni grein. (Síggja tit, Helgi dugir eisini at kóka súpan!).
Helgi skrivar soleiðis í síni viðmerking: "Mær dámar altíð væl, tá loysingarfólk opið og erliga viðurkenna, at føroyingar kunnu ikki bæði hava vælferð og fullveldi, og tí mugu velja annað av hesum". Hvør sigur, at vælferð og fullveldi eru tveir mótpólar, ið ikki kunnu samantvinnast? Hvør sigur, at vit mugu ofra annað fyri at fáa hitt? Eg vildi mett, at fyri ein stóran part av føroyska fólkinum er fullveldið tað sama sum vælferð! Tað, at vit sjálvi ráða í egnum landi og taka ábyrgd av egnum avgerðum, er fyri mong tann sanna vælferðin!
Persónliga haldi eg, at hugtakið "vælferð" kann merkja so ómetaliga nógv! Vælferð er nakað, sum einstaklingurin tulkar fyri seg sjálvan. Vit raðfesta og virðismeta øll ymiskt her í lívinum. At Helgi Abrahamsen og Sambandsflokkurin royna at tulka fyri okkum og fortelja okkum, hvat vælferð er, er bara syrgiligt! (eg veit væl, at "vælferð" og "vælferðarsamfelag" eru sosialdemokratisk slagorð í politiskum høpi, men hetta undirstrikar bert hvussu nógv ein kann slíta og misnýta orð!).

Hugsið tykkum um!
Eg fari at biðja Helga Abrahamsen og Sambandsflokkin um at hugsa seg betri um, næstu ferð hann ella onkur annar setur fram krøv í bløðunum. Næstu ferð tit biðja um fíggjarlig uppskot, vendið tykkum so til røttu serfrøðingarnar í fíggjarviðurskiftum, og ikki til ein ungan mann, ið bert hevur eitt málsligt studentsprógv at vísa á (og áðrenn tit koma við einum "jamen hvat veitst tú so um hesi viðurskifti?" argumenti, skulu tit minnast til, at um fíggjarserfrøðingar eru teir einastu, ið kunnu kjakast um frælsi, vælferð og hugsjónir, so kann eingin av okkum siga nakað sum helst!). Eg eri annars vísur í, at okkara serfrøðingar í fíggjarmálum kunnu geva tykkum góð ráð og hjálp til bæði eitt og annað, skattalættar íroknað!

Vilja vit?
Annars viðvíkjandi frælsinum, vælferðini og hugsjónunum, so dugi eg í grundini ikki at síggja, hvar trupulleikin er. Hví ræðast vit so ómetaliga illa tankan um at skula ráða í egnum landi? Hví er tað so ræðandi at hava álit á sær sjálvum og hvørjum øðrum? Hví er tað so ræðandi, um vit sum einstaklingar og sum tjóð seta okkum eitt mál? Hví er tað so ræðandi, um hetta málið inniber, at vit ein dag fara at gjalda sjálvi? At vit ein dag fara at hava ábyrgd av okkara landi? At vit ein dag fara at hava evsta vald í Føroyum?
Alt, sum vit menniskju byggja, skapa og menna, byrjar við viljanum. Uttan vilja koma vit ongan veg. Vit mugu hava vilja til vælferð, vilja til frælsi, vilja til fullveldi, vilja til ábyrgd, vilja til broyting, vilja til sjálvi at kunna velja. Vilja vit?