Vælferðin er hjartamál Sambandsfloksins

Familjan er ein av grundstuðlunum undir einum vælvirkandi samfelag. Tí eiga allar umstøðurnar, sum eru við til at skapa fortreytirnar fyri einum vælvirkandi familjulívi, at gerast so góðar, sum til ber, heldur Sambandsflokkurin

Barsilsskipanin skal bøtast, so hon livir upp til sítt endamál at geva foreldrum møguleika at vera heima hjá barninum fyrsta árið.
Allar familjur skulu kunna búgva í egnum húsum ella í egnari íbúð, um tær ynskja tað. Betri møguleikar skulu vera fyri at leiga íbúð.
Rentustuðulin skal varðveitast á verandi støði.

Mentan og andslív
Tað hevur stóran týdning fyri okkara tilvitan sum tjóð, at føroysk mentan og andslív fáa bestu gróðrarlíkindi.
Í eini fámentari tjóð sum tí føroysku er tað neyðugt, at bókmentir, tónleikur, leiklist, málningalist og onnur list fáa dyggan stuðul, eisini frá tí almenna.
Listin og ítróttin eru millum bestu umboð Føroya úti í heimi, og Sambandsflokkurin vil tí arbeiða fyri, at tey fáa góðar umstøður at virka í altjóða høpi.

Útbúgving og gransking
Tilverugrundarlagið undir einum nútíðar samfelagi er í stóran mun treytað av einari góðari undirvísingarskipan. Tí er alneyðugt framhaldandi í lóggávuni at tryggja sær, at dygdin í undirvísingini og í útbúgvingunum er á hægsta stigi.
Fólkaskúlin er grundstøðið undir øllum undirvísingarverkinum, og tí er tað av avgerandi týdningi at tryggja fólkaskúlanum góðar og tíðarhóskandi umstøður bæði hvat hølisviðurskiftum, undirvísingartilfari og arbeiðsumstøðum viðvíkur.
Føroyska undirvísingarverkið skal útbyggjast við nýggjum útbúgvingum, og Sambandsflokkurin vil tryggja føroyingum atgongd til útbúgvingar aðrastaðni á hægsta stigi.
Fiskivinnuútbúgvingar og fiskivinnugransking skulu raðfestast høgt sum avgerandi fortreytir fyri menningini av Føroyum sum fiskivinnutjóð.
Sambandsflokkurin fer at virka fyri at útbyggingin av miðnámsskúlum heldur fram.
Sambandsflokkurin vil stuðla uppundir eitt gott føroyskt granskingarumhvørvi við at geva betri møguleikar fyri vísindaligum granskingar- og menningarvirksemi.

Almanna- og heilsumál
Sambandsflokkurin fer støðugt at arbeiða fyri at tryggja teimum gomlu, teimum sjúku, teimum brekaðu og øðrum, sum hava hjálp fyri neyðini eins góðan stuðul og viðgerð, sum fæst í okkara grannalondum.
Sambandsflokkurin fer at raðfesta eldraøkið í fremstu røð. Flokkurin fer at skipa soleiðis fyri, at haldast kann fram við útbyggingum á eldraøkinum, tað veri seg at byggja ellis- og røktarheim, sambýli, íbúðir hóskandi serliga til eldri. Flokkurin fer at virka fyri framhaldandi menning og útbygging av heimarøktini.
Sambandsflokkurin vil bera so í bandi, at øllum føroyingum verður tryggjað atgongd til mest framkomnu viðgerðarhættir, annaðhvørt her á landi, í Danmark ella aðrastaðni í heiminum.
Íløgur skulu gerast í føroyska heilsuverkið, sum ikki hevur havt nóg góð kor at virka undir seinastu nógvu árini. Sjúkrahúsini skulu nútímansgerast tøkniliga og møguleikarnir fyri vísindaligum granskingar- og menningararbeiði skulu betrast.
Eftirútbúgving av starvsfólki í heilsuverkinum skal raðfestast høgt, so vitanarstøðið framhaldandi kann mennast.