Barnaverndartænasturnar kring landið kenna seg ótryggar. Fyri kortum var alt økið flutt frá Almannastovuni til Nærverkið, hóast ein arbeiðsbólkur situr og arbeiðir við eini varandi loysn.
Jancy Klein, leiðari fyri barnaverndartænastuna í Norðoyggjum, er sera bangin fyri gongdini, og staðfestir, at allar hesar hendingar hava havt øgiliga keðiligar avleiðingar fyri trivnaðin á økinum og at serkunnleikin, sum hevur verið, er burtur.
- Sum støðan er nú, hugsa vit ofta um at senda brúkararnar av landinum, har vit fáa betri tilboð fyri somu pengar, enn vit gera í Føroyum, sigur Jancy Klein.
Hon leggur afturat, at hon ikki ivast í, at støðan er eins aðrastaðni í landinum, tí barnaverndirnar kring landið og heldur ikki fakfólkini á ymisku stovnunum eru spurd um nakað í allari tilgongdini, og tað hevur við sær, at fakfólkini eru burtur og barnaverndirnar hava mist álitið á skipanunum í Føroyum.
Arbeiðsbólkur í gongd
Tá ætlanirnar við at umskipa økið børn og ung komu fram á fyrsta sinni, greiddu barnaverndirnar kring landið frá, at tær ikki hildu bestu loysnina vera at umskipa økið, uttan at spyrja tey, sum arbeiða við økinum.
- Tað hevði við sær, at ein arbeiðsbólkur var settur, har viðkomandi partarnir vóru umboðaðir. Hesin bólkur skuldi so koma við eini loysn, men hon er ikki komin enn. So fáa vit brádliga gjøgnum fjølmiðlarnar at vita, at alt økið er flutt undir Nærverkið, sigur Jancy Klein.
Hon undrast, at hetta skal henda, samstundis sum ein arbeiðsbólkur arbeiðir við eini varandi loysn.
Fígging fæst
Leiðarin fyri barnaverndartænastuna í Norðoyggjum, slær somuleiðis fast, at veruligi trupulleikin ikki hevur við fígging at gera.
- Vit fáa altíð vælvild frá kommununi til at loysa hesar trupulleikarnar. Veruligi trupulleikin er hinvegin, at øll menningin, sum fór fram, áðrenn byrjað var at umskipa, er steðgað, samstundis sum tænastan í ávísum førum er vorðin verri, og tí hugsa vit um at senda fólkini av landinum á stovn, sigur Jancy Klein.
Hon heldur sjálv loysnina vera at leggja alt økið við børnum og ungum til kommunurnar at um