Væleydnað føstulávintshald

Føstulávint
Solby A. Eliasen

Klaksvík: Leygardagin var árliga føstulávintstiltakið hjá Klaksvíkar Hornorkestur í KÍ høllini. Tiltakið var væleydnað og frá Hornorkestrinum frætta vit, at teir eru sera vælnøgdir. Hóast veðrið ikki var av tí besta, so høvdu um 600 fólk leitað sær niðan í KÍ høllina, har bæði tunnusláttur og køkutombola var.

Stórt køkutombola
Sigast má, at køkutombolaði henda dagin var sera stórt, har vóru 415 vinningar, sum lokalir keypmenn og heilsølan saman við mammum, konum, ommum og øðrum høvdu latið.

Silvi vitjaði
Tá ið ein góður tími var farin, lógu tær tíggju tunnurnar, sum Norðoya Sparikassi hevði latið, á gólvinum, og tíggju sera glað børn vóru harvið kattakongar. Serliga var átta ára gamli Arne glaður, tí at hann var komin allan vegin av Glyvrum at sláa tunnu. Kattakongarnir fingu hvør sín luksuspakka av slikki frá Statoil, umframt at øll børnini eisini fingu ein pakka. Silvi kom á vitjan, beint áðrenn tann seinasta tunnan datt á gólvið, og eydnaðist tað honum at gerast kattakongur. Silvi kastaði lut ímillum atgongumerkini um fimm kassar av Jolly. Og sjálvandi rungaði Silva tónleikur úr hátalarunum. Alt tiltakið vardi í tilsamans tveir tímar, og fólk hugnaðu sær.