Væl vitjað framsýning

Vælvitjað framsýning

Framsýningin Millum Mótstøðu og Martyrinum, sum Jehova Vitni skipaðu fyri í Norðurlandahúsinum, var væl vitjað. Um 1800 fólk vitjaðu sýningina, ið viðgjørdi lagnuna hjá teimum, ið vegna trúgv sína, endaðu í týningarlegum undir seinna heimsbardaga.

Eini 20 skúlaflokkar úr øllum landinum vitjaðu sýningina. Framsýningin ferðast nú víðari til Haslev Folkebibliotek, Roskilde Universitetscenter og Ålbor Iniversitet. Í Januar ár 2000 verður sýningin í grønlendska mentanarhúsinum Katuaq.