Væl skipað lið

Venjarin hjá B68, Bill McLeod Jacobsen, hevur rósandi orð til mótstøðuliðið. Vit spurdu hann, hvussu tað ber til, at spælið hjá B68 er viknað so nógv síðan teir tríggjar dagar fyri dystin vístu frálíkt spæl ímóti ÍF.

- B36 spælir annarleiðis enn ÍF. B36 hevði latið fimm mál inn í átta dystum, og hava sera sterka verju. Teir eru ikki so sterkir har frammi, men teir eru ógvuliga væl skipaðir, segði Bill eftir dystin.

- Tað bleiv til ov nógv einmansavrik, har ein og ein roynir sjálvur. Hetta tekur langa tíð, har tað hinvegin er nógv lættari at spæla bóltin. Hetta gongur nógv skjótari, staðfestir Bill.

Hann er ikki ónøgdur við gongdina higartil.

- Ein triðingur av kappingini er lokin, og hóast vit hava havt eitt skert lið, so eru 11 stig vunnin. Heldur gongdin fram, so er málsetningurin um at grunda seg í deildini rokkin, sigur Bill McLeod Jacobsen.