Havnarmaðurin Rógvi Nielsen, ið stendur á odda fyri bæði føroyameistarunum úr Stjørnuni og føroyska kvinnulandsliðnum, fekk í vikuskiftinum av álvara sæð, hvørjar dygdir eru í liðunum báðum hjá honum, tá ið danska stórliðið Ikast Bording vitjaði.
Sær klassamunin
Rógvi Nielsen var væl nøgdur við báðar dystirnar. Hann heldur, at dysturin í Klaksvík, tá ið Stjørnan royndi seg móti danska liðnum, var betur enn dysturin í Havn, men hann heldur tó, at í báðum førum fingu áskoðararnir nakað fyri pengarnar.
- Hetta er eitt lið í heimsflokki, og tað er einki at taka seg aftur í, at man sær hvussu høgt støði er í donskum hondbólti, sigur Rógvi Nielsen. Venjarin sigur, at tá ið man spælir móti so sterkum liðum, ræður tað um ikki at gera feilir, tí teir verða revsaðir beinanvegin, sigur Rógvi Nielsen.
At tað sá so lætt út hjá danska liðnum, er Rógvi Nielsen ikki ósamdur í, og hann heldur, at tað tóktist sum um, at leikararnir hjá Ikast Bording allatíðina áttu eitt eyka gear, um tørvur var á tí.
Eingir landsdystir í næstum
Føroyski landsliðsvenjarin greiðir frá, at hann hevði vónað, at føroyska landsliðið fekk høvi at royna seg í landsdysti seinni í ár, men tíverri sær tað ikki út til at gerast veruleiki, sigur hann. - Sum tað sær út í løtuni, so verður neyvan nakar dystur aftur á skránni hjá landsliðnum fyrr enn einaferð komandi ár, sigur Rógvi Nielsen.
Hetta merkir tó ikki, at føroysku landsliðsleikararnir liggja taka sær av løttum, tí tær savnast til felagsvenjing einaferð um mánaðin, sigur Rógvi Nielsen. So er bert at vóna, at tað ikki fer at ávirka hugin hjá føroysku leikarunum, at tað ikki eru nakrar avbjóðingar fyri framman næstu mánaðirnar.