Her er stórur sandur og Stórá, ið rennur út á sjógv.
Ein trupulleiki hevur verið møguleikin hjá fólki at sleppa oman á hetta vakra staðið. Men nú er bøtt munandi um hetta.
Menn hjá Klaksvíkar kommunu, sum Árnafjørður er partur av, hava nú gjørt ein gonguteig av bygdarvegnum og oman á sandin.
Hesin gonguteigur er sera væl úr hondum greiddur, og fer nú at gera tað munandi høgligari hjá børnum og vaksnum at fara oman higar.
snorri@sosialurin.fo
Fólkatalið í Árnafirði er nú komið uppá 53. Hetta er ein øking uppá trý fólk síðani ársskiftið.