Jupiter hevur ligið um 330 tons um samdøgrið íslendsku megin markið. Svartkjaftatrolarin Jupiter hevur roynt á Íslandsrigginum hendan túrin, og teir koma á Fuglafjørð at landa í kvøld.
Hendan túrin mynstraði Jupiter í Fuglafirði 31. mai. Síðani hava teir roynt í í íslendskum sjógvi á Íslandsrygginum, men stutt frá føroyska markinum, og fiskiskapurin hevur ligið um 330 tons um samdøgrið, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.
Jupiter kemur á Fuglafjørð í kvøld, men teir byrja ikki at landa fyrr enn fyrrapartin í morgin.