##med2##
Víkingur er einsamalt oddalið í Betrideildini aftaná 3-1 heimasigurin á TB í Sarpugerði í Norðragøtu seinnapartin í dag. Víkingur er nú á 35 stigum, trý stig fleiri enn KÍ og NSÍ, ið tó hava leikt ein dyst færri.
Víkingur - TB (3-1)
Adeshina Lawal 1-0 (34.)
Dion Splidt 2-0 (50.)
Ivan Ivanovic 2-1 (72.)
Gunnar Vatnhamar 3-1 (75.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá teimum fýra málunum og dystarendanum. Erland Tvørfoss var viðmerkjari.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Atla Gregersen, liðskipara hjá Víkingi. Atli staðfestir, at TB spældi væl, og hann viðgongur, at tað í løtum kanska var í so summarferiukent hjá Víkingi.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Stefan Radosavljevic, áleypara hjá TB. Stefan iðrar sum brendu málmøguleikarnar hjá TB, men hann slær fast, at liðið stríddist væl í dag, og tað kunnu teir taka við sær úr Sarpugerði.
Støðan í Betrideildini:
NR | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | Víkingur | 15 dystir | 11 | 2 | 2 | 35:17 | 35 stig | |
2. | NSÍ | 14 | 10 | 2 | 2 | 36:13 | 32 | |
3. | KÍ | 14 | 10 | 2 | 2 | 33:11 | 32 | |
4. | B36 (S) | 14 | 10 | 1 | 3 | 23:13 | 31 | |
5. | HB (M) | 15 | 9 | 3 | 3 | 38:17 | 30 | |
6. | Skála | 15 | 6 | 0 | 9 | 16:19 | 18 | |
7. | TB | 15 | 4 | 3 | 8 | 13:28 | 15 | |
8. | EB/Streymur | 15 | 2 | 2 | 11 | 16:37 | 8 | |
9. | ÍF | 14 | 1 | 2 | 11 | 10:34 | 5 | |
10. | AB | 15 | 1 | 1 | 13 | 14:45 | 4 |