Teir ljósabláu fegnaðust, tá ið Eiler Rasmussen hevði bríkslað fyri síðstu ferð í góðveðrinum í Serpugerði í gjár. Tað var lætt at skilja, tí endiliga hevði tað í fjórðu royndini í ár eydnast at vinna fulla úrtøku.
Undan kappingarbyrjan var Víkingur roknaður millum favorittarnar. Tað kann væl vera, at víkingarnir fara at kappast um heiðursmerkini, men higartil hevur tað gingið striltið.
Ímóti uppflytarunum í B68 leyp heldur einki av. Víkingur var allan 1. hálvleik leikliga omaná, men heimaliðið megnaði ikki at umseta yvirvág til mál. Í einstøkum førum var møguleikin stórur, men Kristian Joensen vardi væl í B68 málinum.
Tíðliga í 1. hálvleiki hevði B68 bóltin í heimamálinum, men dómarin metti, at fríspark varð framt ímóti Geza Turi, tá ið Mads Rosenberg sendi bóltin í málið.
Beinanvegin eftir steðgin varð Heðin Hansen settur inn í framrættaða partin hjá Víkingi, og tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, varð Heðin maðurin, sum skoraði sigursmálið við handara stólpa, eftir at innlegg var komið úr vinstru.
Síðstu løtuna spenti B68 álopsbogan, og nógv gekk fyri seg á Víkingahálvuni. Í einstøkum førum var talan um spentar støður, men toftamenn megnaðu ikki at spæla seg til heilt upplagdar møguleikar.