Venjaraskiftið hjá Víkingi hevur fingið avleiðingar fyri Vukasin Tomic og nú eisini Lukasz Cieslewicz. Víkingur boðar í kvøld frá, at felagið og Lukasz Cieslewicz eru farin hvør til sítt, sjálvt um spælarin hevur meir enn eitt ár eftir av sáttmálanum.
32 ára gamli Lukasz Cieslewicz skifti í vetur til Víking, eftir 9 ár í B36. Hetta skuldi verða ein møguleiki hjá framrættaða miðvallaranum at byrja á nýggjum, men eftir at Eyðun Klakstein í summar bleiv koyrdur, so hevur Lukasz Cieslewicz ikki verið at sæð í hópinum.
Hann bleiv fyrst settur til síðis og skuldi spæla í 1. deild, men tað hevði hann ikki hug til. Síðani hevur hann ikki verið partur av hópinum. Í kvøld eru partarnir so komnir ásamt um at slíta samstarvið.
Undan honum, so bleiv 33 ára gamli Vukasin Tomic eisini sendur heim, eftir at Víkingur setti Jóhan Petur Poulsen sum nýggjan venjara. Orsøkin til venjaraskiftið og hesar broytingarnar í hópinum er, at felagið vil seta ferð á ættarliðsskiftið. Víkingur skal sunnudagin spæla móti HB á Tórsvølli.