Víkingur og KÍ og ÍF fara á ólavsøku

Europeiska luttakan kann bera við sær, at tað ikki verður so nógvur fótbóltur á ólavsøku

Tað vera klaksvíkingar, fuglfirðingar, gøtumenn og leirvíkingar, sum fara til Havnar at spæla um stig og steyp á tjóðarhátíðini næsta summar.

Síðsta umfar undan summarsteðginum – tað fimtanda – er sett at vera 27. og 28. juni, sum eru hósdagur og fríggjadagur. Tá er ásett, at EB/Streymur og AB skulu spæla hóskvøldið, og at Skála fríggjakvøldið fær vitjan av KÍ.

Dysturin millum ÍF og TB í hesum umfarinum er settur at vera sunnudagin 19. juli. Hetta verður fyrsti dystur eftir summarsteðgin. Í fimtanda umfari fær B36 vitjan av Víkingi, og NSÍ fær vitjan av HB. Tað er í uppskotinum, sum er sent feløgunum at ummæla, ikki ásett, nær hesir dystirnir verða spældir. Tað kemst av, at B36, NSÍ og HB um hetta mundið fara at taka lut í europeisku kappingini.

Allir dystirnir í ólavsøkuumfarinum eru settir at vera sunnudagin 26. juli. HB fær vitjan av Víkingi, B36 fær vitjan av ÍF, og klaksvíkingar skulu spæla á Argjum.

Hinir báðir dystirnir í ólavsøkuumfarinum eru TB – NSÍ og EB/Streymur – Skála.

Síðstu árini hava HB og B36 átt heimadyst í Gundadali ólavsøkuaftan og ólavsøkudag, meðan AB hevur átt heimadyst 27. juli.

Í 2018 spældi HB ólavsøkuaftan í Gundadali ímóti NSÍ. Sambært skránni skuldi B36 ólavsøkudag havt heimavøll ímóti 07 Vestur. Orsaka av at B36 var upptikið av Europafótbólti – 26. juli vann Besiktas úr Turkalandi 2-0 í Gundadali – varð ólavsøkudysturin hjá B36 útsettur, og hann varð ikki spældur fyrr enn 26. september.

Hvussu tað verður við ólavsøkudystunum hjá HB, B36 og KÍ í 2020 valdast um, hvussu hesi liðini fara at standa seg í Europa.