Í fjør vóru tað Víkingur og KÍ, sum stríddust um gullið. Víkingur vann FM, og KÍ vann silvur í landskappingini. Í steypakappingini vann KÍ finaluna ímóti Víkingi.
Eftir sjeynda umfar í landskappingini eru tað hesi bæði liðini, ið eru ovast á støðutalvuni. Bæði liðini hava trettan stig, men Víkingur hevur +6 í málmuni, og KÍ hevur +5 í málmuni.
Í kvøld vann KÍ 3-1 á heimavølli ímóti ÍF eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Semir Hadzibulic og Albert Adu skoraðu í fyrra hálvleiki. Sum seinni hálvleikur leið var tað ikki frítt, at tað kendist sum um, at klaksvíkingar vóru farnir at hugsa um fyrru hálvfinaluna í steypakappingini, sum verður ímóti NSÍ mikukvøldið.
Fýra minuttir undan dystarenda kom spenningur í aftur, tá ið Ari Ó. Ellingsgaard minkaði um munin fyri ÍF. Fuglfirðingar spentu álopsbogan í botn. Málverjin fór framvið í frísparksstøðu, sum endaði við skjótum KÍ mótálopi. Páll A. Klettskarð skoraði og staðfesti harvið 3-1 KÍ heimasigur.
Uppflytararnir í 07 Vestur megnaðu 2-2 á útivølli ímóti meistarunum. Víkingur spældi síðsta korterið við tíggju monnum, eftir at Sorin Anghel hevði sæð beinleiðis reytt kort. Merkisvert var tað, at høgri vongverji hjá Víkingi, Gert Hansen, skoraði bæði Víkinga málini eftir horna. Nú er hann toppskjútti hjá Víkingi við trimum málum.
Torstein Mýlingstind legði beinanvegin 07 Vestur framum, eftir at Ken Fagerberg hevði spælt hann leysan. Ken Fagerberg var støðug hóttan í 07 Vestur álopinum, og tað var hann, sum javnaði til 2-2.
Síðsta korterið vóru víkingarnir undirmannaðir, eftir at Sorin Anghel varð vístur av vøllinum. Tað var spenningur í báðum endum, og tvær ferðir bjargaðu gestirnir á málstrikuni.
Við Løkin í Runavík endaði kommunuuppgerðin millum NSÍ og Skála 1-1. Skálamenn vóru leingi á veg ímóti ársins fyrsta sigri, eftir at Hákun Edmundsson miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði teir framum. Tá ið tað restaðu tríggir minuttir, javnaði Árni Frederiksberg til 1-1.
Við Margáir í Streymnesi endaði tað málleyst millum uppflytararnar í EB/Streymi og B36, sum harvið fyri fimtu ferð í ár var partur av javnleiki.
Tíðliga seinnapartin vann HB 2-1 á heimavølli ímóti Suðringum, sum beinanvegin løgdu seg framum við máli, sum Búi Egilsson skoraði. Undan steðginum skoraði Aleksandar Stankov tvær ferðir, og í seinna hálvleiki varð einki mál skorað. Alekdandar Stankov vísti aftur í dag, at tað er sannur fongur í honum. Einki sást til nýggju donsku spælararnar hjá HB. Bæði Daniel Elly Pedersen og Martin Bergwold eru skaddir.
HB-Suðringar 2-1 (2-1)
0-1: Búi Egilsson
1-1: Aleksandar Stankov
2-1: Aleksandar Stankov
EB/Streymur-B36 0-0
NSÍ-Skála 1-1 (0-1)
0-1: Hákun Edmunsson
1-1: Árni Frederiksberg
Víkingur-07 Vestur 2-2 (1-1)
0-1: Torstein Mýlingstind
1-1: Gert Hansen
2-1: Gert Hansen
2-2: Ken Fagerberg
Reytt kort: Sorin Anghel, Víkingur (beinleiðis reytt)
KÍ-ÍF 3-1 (2-0)
1-0: Semir Hadzibulic
2-0: Albert Adu
2-1: Ari Ó. Ellingsgaard
3-1: Páll A. Klettskarð
Støðan
Víkingur 13 stig
KÍ 13 stig
Suðringar 12 stig
NSÍ 10 stig
HB 10 stig
B36 8 stig
07 Vestur 8 stig
ÍF 5 stig
Skála 5 stig
EB/Streymur 5 stig
Áttanda umfar
Sunnudagin 14. mai
EB/Streymur-HB
ÍF-Víkingur
NSÍ-07 Vestur
Skála-B36
TB/FCS/Royn-KÍ
Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið
mikudagin 10. mai
KÍ-NSÍ
B36-HB









