Víkingur hevði Skála í mikroovni

Eftir eitt korter var tað púra greitt, at øll stigini fóru at vera við í viðførinum aftur til Gøtu

Tað var als einki at rafla um, tá ið Skála í kvøld hevði vitjan av Víkingi.

Tá ið eitt stórt korter var farið, vísti máltalvan 3-0 til Víking, og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin hjá Víkingi fór at verða.

Tað endaði 4-0. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.

Víkingur hevði millum teir fyrstu ellivu Géza Turi og Arnbjørn Svensson.

Tveir fyrrverandi Skála spælarar syrgdu fyri fyrsta málinum, sum varð skorað, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. Ari Olsen legði inn fyri úr høgru, og bólturin ferðaðist aftur um handara stólpa, har Jákup Johansen royndi at stýra bóltin í málið. Bárður á Reynatrøð – fyrrverandi Víkinga spælari – í Skála málinum tóktist hava tak á støðuni, men bólturin fór dygst inn við stólpanum og í málið.

Málskjúttin og uppleggjarin fegnaðust ikki nakað serligt, men tað gjørdi viðspælarararnir, og víkingarnir koyrdu á.

Bæði í 14. og í 18. minutti bríkslaði dómarin Rana A. Skaalum fyri brotssparki til Víking. Veteranarnir Lukasz Cieslewicz og Atli Gregersen umsettu til 2-0 og 3-0, og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin hjá gestunum fór at verða.

Hetta var sum at hava steikina í mikroovni. Eitt korter og so var alt avgjørt.

Í tíðini, sum var løgd aftrat fyrra hálvleiki, økti miðverjin Vukasin Tomic um munin til 4-0.

Eftir steðgin varð einki mál skorað. Víkingur hevði tak á støðuni og fleiri hornaspørk og royndir ímóti málinum, enn heimaliðið hevði.

Trivaligi sigurin ber við sær, at Víkingur er aftur millum fimm tey fremstu.

Stóra tapið ber við sær, at støðan hjá Skála ikki er góð. Nógvir spælarar eru á skaðalistanum, og í kvøld varð Rói Olsen eisini settur á langa listan. Hann noyddist skaddur av vøllinum longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Aksel B. Danielsen, ið hevur verið skaddur, loysti hann av.

Eitt stig í ellivu dystum boðar frá, at støðan hjá Skála er ikki góð. Skaðar og aftur skaðar ger tað lítið hugaligt hjá skálamonnum, sum royndu at vísa rætta hugburðin, hóast støðan var, sum hon longu eftir eitt korter vísti seg at vera – hvussu stórt tapið fór at verða.

 

Skála – Víkingur 0-4 (0-4)

0-1: Jákup Johansen 7.

0-2: Lukasz Cieslewicz br 14.

0-3: Atli Gregersen br 18.

0-4: Vukasin Tomic 45.

Dómari: Rani A. Skaalum

Skála: Bárður á Reynatrøð – Djóni Petersen (Jóhan Bergsson Johansen, 74.), Kristian Martin Jakobsen, Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen – Haraldur R. Højgaard, Mikal á Reynatrøð – Rói Olsen (Aksel B. Danielsen, 27.), Jan Ingason Hansen, Heðin Klakstein – Poul Kallsberg (Hanus Mikkelsen, 77.)

Gult kort: Pætur Dam Jacobsen, Heðin Klakstein, Haraldur R. Højgaard, Niels Pauli Danielsen

Venjari: Bill Jacobsen

Víkingur: Elias Rasmussen – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic (Noah Mneney, 46.), Bergur Gregersen – Bogi Reinert Petersen (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 80.), Geza Turi – Lukasz Cieslewicz, Arnbjørn Svensson, Jákup Johansen (Olaf Bárðarson, 86.) – Finnur Justinussen

Gult kort: Bogi Reinert Petersenð

Venjari: Eyðun Klakstein