Tað var eitt gott álop 18 minuttir inn í fyrra hálvleik, ið avgjørdi dystin í Fløtugerði í Fuglafirði í gjár, tá ÍF tók ímóti grannunum í Víkingi. Bárður Hansen, sum hevði verið raskur í høgru síðu, sletti bóltin aftur um seg til Sverra Jacobsen, ið beinanvegin legði innfyri, har Páll Klettskarð var hægstur og skallaði ímóti málinum. Jákup Mikkelsen tveitti seg niður, men bara fekk hálvbjargað, og so lá væl fyri hjá Sølva Vatnhamar at avgreiða returin og leggja gestirnar á odda 1-0.
Einki var at siga til, at Víkingur kom á odda, tí tað hevði í eina løtu ligið í luftini, at liðið kundi fáa eitt mál. Bóltar komu innfyri úr báðum síðum og hóast menn bjóðaðu seg til, var bara eingin teirra nóg avgjørdur ella rakk ikki bóltinum í røttu løtuni.
Og við hesum eina málinum má sigast, at Víkingur hevnd fyri, at ÍF í juni í seinnu hálvfinaluni sendi Víking úr kappingini um steypakappingini – bara ein dyst frá sjálvari finaluni!
Mál kolldømt
ÍF hevði eisini onkrar royndir í fyrra hálvleiki, men annaðhvørt bóru tær ikki boð í bý ella kom onkur av teimum ljósabláu fyri. Spælið hjá vertunum hekk heldur ikki líka væl saman sum hjá teimum í Víkingi, ið tóktust finna hvønnannan væl, samstundis sum tað sá út til at vera meira ætlan yvir spælinum hjá teimum, meðan tað hjá ÍF var meira tilvildarligt.
Víkingur hevði enntá bóltin í málinum eina ferð aftrat í fyrra hálvleiki, men tað var kolldømt fyri eina rangstøðu, ið sá ikki sørt ivasom út, og ÍF slapp fyribils við skrekkinum.
Eftir steðgin vendi alt hinvegin. Nú var tað ÍF, ið megnaði at leggja trýst á, samstundis sum spælið í løtum koyrdi sera væl. Víkingur fekk mestsum einki at rigga, og út frá teimum mongu royndunum, fuglfirðingar høvdu, áttu teir undir vanligum umstøðum at fingið bæði eitt og tvey mál. Men kanska lýsti vantandi effektiviteturin støðuna hjá ÍF í løtuni, tí liðið einki burtur úr sínum møguleikum.
Mitt í rúgvuni av ÍF-atsóknum í seinna hálvleiki fekk Víkingur brádliga ein enn størri kjans at avgera dystin eina ferð fyri allar, men Sølvi Vatnhamar megnaði inni í fimmmetrinum hjá ÍF at skjóta bóltin uppum…
Misjavnar formkurvar
ÍF og Víkingur kappast um at vinna sær pláss millum fýra tey fremstu, og hóast ÍF er har nú, hevur liðið bæði eitt stig og ein dyst meira enn Víkingur, ið skjótt kann fara framum. Ikki kann heldur sigast, at fuglfirðingar síggja alt ov gott út í løtuni, tí ósigurin í grannauppgerðini í gjár var tann triði á rað, og ÍF hevur veruliga brúk fyri at koma aftur á slóðina.
Hinvegin hevur Víkingur ikki tapt í sínum síðstu fimm dystum, og tí peikar formkurvan hjá gøtumonnum og leirvíkingum meira uppeftir, heldur enn nakað annað. Hóast Víkingur ikki var serliga sannførandi eftir steðgin í gjár, eydnaðist at halda vertunum frá at skora, so tí kundi sæð út til, at Víkingur aftur nærkast eini javnvág, ið kann geva fleiri stig í posan næstu dystirnar.