Víkingur er trettandi meistarin

Bara átta ferðir er tað eydnast liðum at vinna 60 stig ella fleiri enn so

Tað er nýggjur FM vinnari í fótbólti. Víkingur hevur ongantíð áður vunnið meistaraheitið, sum tó hevur verið seks ferðir áður í Sarpugerði. Hetta var frammanundan, at LÍF og GÍ løgdu saman í Víking fyri stívliga níggju árum síðani.

 

 

HB (22), KÍ (17), B36 (11), TB (7) og GÍ (6) hava vunnið flest FM heiti. B68 hevur vunnið tríggjar ferðir og EB/Streymur hevur vunnið tvær ferðir.

Nú eru tað seks lið, sum hava vunnið FM einaferð. Tað fyrsta var SÍ, sum vann FM í 1947. So vann ÍF í 1979, B71 í 1989, VB í 2000, NSÍ í 2007 og so nú Víkingur í 2016.

 

Síðani kappingin í 2005 varð víðkað at fevna um 27 umfør, er meistaraheitið fimm ferðir vunnið við fleiri enn 60 stigum. Tríggjar ferðir er tað komið fyri, at eisini liðið á næstovasta plássinum hevur ognað sær 60 stig.

 

 

60 stig og fleiri enn so

2016 Víkingur 61, KÍ 60

2015 B36 61

2014 B36 61, HB 60

2011 B36 67, EB/Streymur 60

2007 NSÍ 61

 

FM vinnarar 1942-2017

HB

22

17

B36

11

TB

7

6

B68

3

EB/Streymur

2

1

ÍF

1

B71

1

VB

1

NSÍ

1

Víkingur

1