Gongur tú inn á tjaldplássið á summar festivalinum, er eitt tað fyrsta tú møtir trimum forvitnisligum tjøldum við víkingum, bálstaði og einum fittum hundi sum glaður heilsar upp á.
- Vit hava verið her síðan kl 11 í morgun og gjørt klárt, práta og hugna okkum. Vit sova eisini her í tjøldunum og gleða okkum serliga nógv til at framføra fyri børnunum í Silvalandið, sigur Durita Dahl Djurhuus, sum er ein av víkingunum í Berserk.
Tað er felagsskapurin Viking Events, sum hevur høvuðsábyrgd av víkinga plássinum, men við eru eisini Berserk og Gríms víkingar.
Berserk skulu framføra í Silvalandið í morgin kl 15 og leygardagin kl 16, har tey fara at berjast við ordiligum vápnum upp á besta víkinga stíl og er hettar fyrstu ferð at tey framføra alment.
-Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja okkum í teltinum fáa eitt gott prát, seta spurningar og kroka undan regninum. Vit hava eisini tveir sølubásar har vit selja ymiskt, ið hevur við víkingar at gera. Vit leita faktiskt eisini eftir fleiri bardaga fólkið, so um onkur kundi tonkt sær at hoyra meira um hettar eru tit sjálvandi eisini vælkomin at melda tykkum til.










