Víkinga-fjeppari hevði besta smsið hesaferð

Síggj tey bestu smsini frá sendingini "Triðja Hálvleiki" á Rás2 her

 

 

Aftur hesaferð komu góð og speisk sms inn til sendingina "Triði Hálvleikur" á Rás2. 

 

Hesaferð var tað ein Víkinga-fjeppari, sum hevði besta smsið. Viðkomandi vann tvey atgongumerki til fiskikappingina hjá B36, sum verður leygardagin 14. mai, og tvey atgongumerki til dansin í B36-húsinum, sum verður sama kvøld.

 

Besta smsið var soljóðandi: "Píkadekk enn loyvd í Tórshavn. 0 stig til høvuðsstaðin í dag."

 

Onnur beinrakin sms, ið komu inn til sendingina vóru m.o. hesi :

 

"Tað stóð so illa til hjá B36 eina løtu í dag, at Tórður Thomsen skundaði sær við útspørkunum."

 

"Í Fuglafirði vendir alt á høvdinum, og óansæð um vit stava tað aftanifrá so stavast tað L-A-W-A-L"

 

"Í dag skutu skurðarnir pingvinirnar við skørpum"

 

"Havnin fall "big time" ídag. Man tað verða tí Heðin Mortensen er farin í farloyvið?"

 

"HB tapti í dag, so eru øll onnur feløg so glað."

 

"Eg haldi víkingarnir allir sum ein skuldi fari og lært til frisør, so teir fingu brúkt hendurnar til nakað fornuftugt, tí tær verða meira brúktar enn føturnar."