Mourits M. Joensen
?????
"Tey ungu koma ikki aftur í oynna eftir lokna útbúgving, verður sagt, tí "einki" er at koma aftur til".
Spurningurin er hvat tey skulu koma aftur til. Er einans talan um eitt arbeiðspláss, ið skal standa tøkt? Kann talan ikki verða um karmar, sum hava eins stóran týdning og eitt arbeiðspláss? Eru tílíkir karmar ikki ein fyritreyt fyri, at tey ungu vællærdu koma aftur fyri at skapa nýggjar framkomnar verkætlanir og harvið nýggj arbeiðspláss?
Hvat kom nú fyrst, eggið ella ungin?
Arbeiði og frítíð
Alt ov ofta síggja vit, at dentur einans verður lagdur á at skapa arbeiðspláss í útjaðaranum tá ið trupulleikar stinga seg upp, við vón um at so lagar alt seg. Tað kann vera partur av einari loysn, men er neyvan øll loysnin. Finnast ikki meira varandi loysnir, sum virka sjálvstyrkjandi fyri nýhugsan og framfýsni, so ein støðug menning fer fram, og vit ikki enda í somu støðu aftur, tá tíð er fráliðin?
Vit vita øll, at tey ungu seta alt størri krøv til karmar, sum taka hond um arbeiði og frítíð teirra. Tí er neyðugt at skapa karmar, har eitt sosialt- og mentanarligt umhvørvi gevur møguleikar fyri einum innihaldsríkum gerandis-degi.
Í londunum rundan um okkum verður alt størri dentur lagdur á júst hesi viðurskifti, tí tað er grundleggjandi vitan, at vinnulívið hevur tað einans gott, um borgarin trívist. Her verður m.a. arbeitt við verkætlanum, sum eitt nú danir kalla at skapa "býrúm", har arbeiðsplássið og frítíðin stimbra hvørt annað og skapa karmar, har ung sum eldri trívast sosialt, mentanarliga og vinnuliga.
"Býrúm" og økismenning
Gongur hjá okkum sum í londunum rundan um okkum, so eru økir í útjaðaranum sum eru avfólkað, hyggja vit nøkur ár fram. Hetta eru øki, har ikki ber til at skapa "býrúm". Tað er tí av størsta týdningi, at bygdirnar í sunnaru hálvu síggja tað neyðuga í at skapa "býrúm" í Vági fyri sunnara meginøki, skulu tey ungu støðast í økinum, og ein støðug menning fara fram. At síggja burtur frá hesum veruleika, og halda, at arbeiðspláss áleina skapa neyðugar karmar fyri trivnaði, er í andsøgn við royndirnar aðrastaðni.
Vágur og "býrúm"
Hvussu skapa vit eitt "býrúm", har lív er í, har ung trívast og støðast, eitt " býrúm", sum er eggjandi og hugkveikjandi og ein fyritreyt fyri, at framkomnar fyritøkur síggja møguleikar á staðnum?
Ein týðandi liður vit hava at arbeiða við, eru framkomnir bygningar, sum virka sum karmur um "býrúmið". Í Føroyum eru vit ógvuliga fátæk í so máta. Vit hava fáar stórar, vakrar og funktionellar bygningar, sum kunnu vera við til at mynda "býrúmið", men teir bygningar vit hava, mugu vit undir øllum umstøðum nýta við skili, og fáa sum mest nyttu burtur úr. Tí er tað av størsta týdningi, at sunnara meginøkið í Suðuroy sær møguleikarnar, sum eru í miðnámsskúlanum sum bygningi, og tað sosiala og mentanarliga umhvørvi hann kann skapa.
Miðnámsskúlin má tí síggjast í einum breiðari høpi enn bert staði, har næmingar fáa eitt prógv, fyri síðani at rýma úr oynni og ikki koma aftur. Hann skal sjálvsagt nýtast sum ein týðandi liður í "býrúminum", fyri á tann hátt at náa júst tað øvuta.
Miðnámskúlin og "býrúmið"
Hvørt tað er av tilvild ella tilætlað, at bygningurin er lagdur vesturi við "Vatnið", so er hetta júst rætta staðið, verður hugt eftir, hvussu londini rundan um okkum nýta tílíkar bygningar í "býrúminum".
Ein tíðandi liður í at skapa eitt "býrúm" er at skapa eitt flow av fótgangarum, súkklistum og akførum gjøgnum økið. Partvíst fyri at skapa dámin av aktiviteti, men ikki minst fyri at skapa karmar fyri avleiddum tænastuvinnum, við at draga "øll" framvið.
Tá ið tosað verður um, at skúlin liggur óhøgliga, tí koyrast skal ígjøgnum alla bygdina, so er hetta júst í andsøgn við tær leiðreglur, sum eru galdandi. Tá er ikki avgerandi at koma út úr "býrúminum" við skundi, hvør so orsøkin til tað skuldi verið, heldur øvut at skapa eitt stað, har ung sum eldri hava hug at blíva verandi.
Miðnámsskúlin sum skúli og bygningur
Í kjakinum um, hvørt miðnámsskúlin skal liggja í Vági ella Hovi, hevur heldur ikki verið umtalað tað sera viðkomandi í hesum kjaki, nevniliga stóra menningin á skúlaøkinum, sum fer fram í løtuni, har virtuellir skúlar stinga seg upp sum hundalond um allan heim. Til ber í dag at sita í Føroyum og fylgja útbúgvingum á hægri lærustovnum uttanlands umvegis Internetið. Menningin á skúlaøkinum er hon, at skúlin, tvs. bygningurin, gerst alt meira eitt stað, har tey ungu møtast fyri at styrkja tað sosiala og mentanarliga, meðan undirvísingin fer fram um Internetið. Hetta gevur heilt aðrar møguleikar fyri næmingin, so hesin er førur fyri sjálvur at leggja undirvísingina til rættis, men stillar samstundis stór krøv til skúlan, tvs. bygningin, at hesin stendur í røttum umhvørvi. Í hesum høpi er tað avgerandi neyðugt, at bygningurin gerst partur av einum "býrúmi", har næmingurin hevur hug at koma til sosialu og mentanarligu tiltøkini skúlin skipar fyri, har júst aktivitetir í "býrúminum" stuðla, og eru lokkandi.
Heilsuskúlin og Fiskivinnuskúlin sum virtuellir skúlar
Í virtuella skúlanum liggja møguleikar, sum nærum ikki eru troyttir í Føroyum, og sum kundu verið partur av 10 punkts loysnini fyri Suðuroynna, og ein loysn á hølistrupulleikanum hjá Heilsuskúlanum. Sum eina fyrstu roynd kundu lands- og lokalpolitikarar í økinum virka fyri saman við verkafeløgunum, at Heilsuskúlin og Fiskivinnuskúlin vórðu gjørdir til virtuellar skúlar. Tá kundi verkafólkið havt møguleika at útbúgvi seg, ikki bert í suðri, men um alt landið, ein møguleiki, sum tey eru hildin heilt uttanfyri í dag. Undirvísingin kann tá leggjast til rættis av hvørjum einstøkum, so hon passar til gerandisdagin. Fyri verkafólkið, knýtt at fiskivinnuni, kundi tað verið við til at skapt tiltrongdan smáídnað í økinum.
"Nakað" at koma aftur til
Tað er at vóna, at lands- og lokalpolitikarar í sunnara meginøki, síggja møguleikarnar sum liggja í miðnámsskúlanum sum bygningi og skúla, og hyggja rundan um seg og taka til sín royndirnar, onnur hava gjørt. Um miðnámsskúlin verður nýttur, sum týðandi liður í "býrúminum" í Vági, kann hann vera við til at skapa karmar, sum menna økið sosialt, mentanarliga og vinnuliga, so "nakað" er at koma aftur til hjá teimum, ið hava hug at menna nýggjar vinnur í økinum.