Vágur fegnast um Norrønu

– Tríggjar væleydnaðar vikur við Norrønu.

Soleiðis sigur Vágs kommuna í tíðindaskrivi í morgun í sambandi við, at Norrøna í tríggjar vikur sigldi á Vág fyri Smyril, sum hoyrir heima á Krambatanga á Trongisvágsfirði.

– Nú Norrøna er givin at røkja Suðuroyarleiðina, kann staðfestast, at hesar tríggjar vikurnar hava gingið framúr gott. Skipari og manning á Norrønu lata sera væl at Vágsfirði og atløgumøguleikunum við Vágs Havn. Tey umborð á Norrønu eru eisini sera væl nøgd við tænastuna við Vágs Havn, sigur borgarstjórin í Vági, Dennis Holm, í tíðindaskrivi.

Sunnudagin nýttu skipari og manning á Norrønu eisini høvi, á lítlari samkomu umborð á Norrønu fyri arbeiðsfólkunum á Vágs Havn og trygdarfólki á keiini, at takka fyri sera gott samstarv hesar tríggjar vikurnar.

Hans Jacob Bech, havnameistari á Vágs Havn, takkaði somuleiðis skipara og manning á Norrønu fyri hesaferð og segði, at Norrøna altíð er sera vælkomin á Vág.

Havnameistarin handaði eisini skiparanum á Norrønu eina gávu frá Vágs Havn.