DÁLKING
MYNDIR: Áki Bertholdsen
Tað er ikki stuttligt at vera fuglur á Vágsfirði í hesum døgum. Fleiri fuglavinir í Vági siga seg harmast um, at æður og annar fuglur eru oljudálkað.
Eftir oljuóhappið tann 6. desember í fjør, tá ein tangabátur fylti 2600 rúmmetrar av tungolju í tann 3000 rúmmetrar stóra tangan hjá SEV í Vági, fór nakað av olju á sjógv, og enn er ikki alt tikið uppaftur.
Enn er økið ikki reinsað og tí verður fuglur enn dálkaður í Vági. Fólk, Sosialurin hevur tosað við, siga seg hava sæð fugl flýggja av sjónum at leggja seg at doyggja.
Heldur ikki Kári Thomsen, formaður í Føroya Náttúruverndarfelag, er fegin um dálkingina. Hann heldur at Føroyar eru eftirbátur, tá talan er um tílík óhapp, og at eitt nú skip fáa ov lítlar bøtur, tá tey missa olju á sjógv.
- Men so leingi vit ikki hava eina náttúruverndarumsiting er ikki nógv at gera, sigur Kári Thomsen.
- Tað er for galið, at oljan liggur enn, heldur formaðurin og leggur aafturat, at tilbúgvingin er so vánalig, at vit ikki eingong hava útgerðina, at reinsa tílíkt við.
- Í øðrum londum tekur man fuglin saman og reinsar hann. Landsmyndugleikarnir eiga at taka málið upp og stuðla teimum, sum vilja gera nakað í lokaløkjunum, sigur Kári Thomsen og sipar aftur til tilbúgvingina.
- Landsstýrið ger ikki nakað sum helst fyri, at lokaløkini kunnu gera hatta.
Kári Thomsen metir, at tann tjúkka oljan í Vági helst leggur seg á botn og verður liggjandi har. Hetta heldur hann kann verða álvarsamt fyri Vágs fjørð, av tí at hann er so afturlatin.
- Okkum tørvar eitt umhvørvismálaráð, men tað verður bara snakk, sigur Kári Thomsen.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ov long tíð
Svenning Borg, formaður í havnarnenvdini og heilsu- og umhvørvisnevndini í Vágs býráð, heldur ikki, at tað vanliga fólkið, sum hann kallar tað, merkir so nógv til dálkingina, av tí at tungoljan liggur frammi við landi á einum lítlum øki. Hann metir, at tað vera væl sloppið, at tað sambært honum bara eru eini 20-30 fuglar, sum eru dálkaðir, tí tað er álvarsligt við tungolju, sum hann málber seg.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Men hvussu ber tað til, at oljan liggur enn?
- Tilbúgvingin er ikki góð nokk. Tað er ov seint at leita eftir útgerð og spyrja, hvussu vit gera, tá óhappið er hent.
- Tað vísir seg, at í øllum sovorðnum gongur tað ov seint, sigur Svenning Borg, ið tó ikki vil fara so langt sum at kalla hetta ein gølu. Hann vísir á, at óhappið vatð upppdagað beinanvegin og lekin steðgaður.
- Men tungoljan fordampar ikki, tá hon kólnar, og verður bara tjykkri og tjykkri..
- Tað er ikki í lagi, at tað liggur har enn, fleiri mánaðir eftir tað er hent. Men eg vil ikki finnast at SEV, tí hatta kundi hent fyri allar fyritøkur, sigur Svenning Borg, ið tó heldur, at nú er ov long tíð gingin og at tiltøk eru neyðug.
- Men sum við so nógvum øðrum eru ikki nógvir pengar til slíkt, sigur Svenning Borg og sipar til tilbúgving í Føroyum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kippa fuglin
Klæmint Weihe, stjóri í SEV, metir, at alt er farið rætt fram í málinum um oljudálkingina í Vági.
- Eg havi varhugan av, at tað er gingið væl og í samstarvi við Vágs býrað og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sigur SEV-stjórin. Hann leggur afturat, at avgjørt er ikki at brúka kemikaliir at reinsa grótið við, men heldur at trykkspula tað, og síðani fanga oljuna á sjónum innan fyri avbyrgingina. Klæmint Weihe upplýsir, at tey meta, at kemikaliir høvdu gjørt støðuna ilt verri, og at tungoljan ikki fellur á botn.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Var talan um ein gamlan tanga?
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$- Tangin var frá 1989.
- Hetta kom óvart á okkum, sigur Klæmint Weihe, sum ikki metir, at tangin var tærdur.
Klæmint Weihe, sigur at SEV boðaði løgregluni, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og brunaumsjónini frá, og sigur, at alt fór rætt fram, eftir at óhappið hendi.
Hann greiðir frá, at fuglurin, sum verður oljudálkaður, ikki verður reinsaður, men kiptur á staðnum.
Sambært Klæminti Weihe er talan higartil um einar 20 fuglar.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Undir kontroll
Suni Petersen, verkfrøðingur á umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sigur, at tey hava mælt til eina sonevnda mekaniska upprudding, tvs. at grótið verður trykkspulað. Hann metir, at tungoljan helst endar sum tjúkkir klumpar í sjónum kann fara til botns og flóta við vatnskorpuna.
- Talan er um eitt rættiliga avmarkað øki, sigur Suni Petersen, sum er samdur við teimum, ið siga, at tilbúgvingin er ov vánalig, men at arbeitt verður við at bøta um hetta. M.a. er tilbúgvingin júst yvirtikin á føroyskar hendur.
Suni Petersen greiðir frá, at kommunan er myndugleiki á økinum sambært havumhvørvisverndarlógini. Tá talan er um tilbúgving, kann sigast, at arbeitt í trimum stigum. Fyri tað fyrsta eigur fyritøkan, sum dálkar at rudda eftir sær, síðani kommunan, og eftir tað eigur landið at taka um endan, um hini bæði ikki megna støðuna. Harafturat krevst loyvi, um kemikaliir skulu brúkast til oljureinsing.
Suni Petersen sigur, at støðan í Vági er undir kontroll, sum hann tekur til. Hann metir heldur ikki, at 20-30 fuglar er eitt høgt tal, og metir, at teir helst høvdu verið deyðir kortini, um teir vórðu reinsaðir.
Sambært Suna Petersen komu tvinnir lekar á tangan í Vági, sum júst var umvældur.
- Vit fara at krevja munandi betri eftirlit við tangum, serstakliga fyri teir bjálvaðu tangarnar, tí teir eru heitir, sigur Suni Petersen og nevnir stóru tangarnar á verkinum á Sundi, og at vit bara kunnu hugsa okkum, hvat hevði hemt, um hesir fóru at leka.
- Allir partar hava lært nakað av hesum, og SEV tekur støðuna í størsta álvara, metir Suni Petersen.
MYNDATEKSTIR
Her liggja tvær av mongum oljudálkaðum æðum, sum eru deyðar í einum oljudíki, sum eru funnar hinumegin fjørðin við bedingina. Fuglavinir í Vági hava sæð fylgir av oljudálkaðum æðum leita sær niðan frá at leggja seg at doyggja
Soleiðis sær Vágsfjørður út frammi við landi. Tað sæst týðiligt, hvussu oljudálkaður sjógvurin enn er eftir óhappið fyri meira enn einum mánaði síðani
Fram við Vágsfirði liggja hópin av oljudálkaðum æðum - summar enn á lívi
Her sæst at enn er nógv olja eftir rundan um tangarnar hjá SEV