Pól Thorsteinsson skal nú standa fyri fíggjarviðurskiftunum hjá Vágs kommunu Pól Thorsteinsson, sum er 34 ára gamal og ættaður úr Vági, hevur hollar royndir innan roknskaparøkið.
Hann hevur starvast hjá Grannskoðaravirkinum Rasmussen og Weihe í umleið 8 ár, í eitt ár var hann fíggjaleiðari hjá ALS, og eftir tað hevur hann so starvast sum logistikleiðari hjá P/F Poul Hansen, har hann eisini starvast í løtuni.
Pól Thorsteinsson fer úr núverandi starvinum um miðjan apríl og byrjar so í nýggja starvinum sum fíggjarleiðari hjá Vágs kommunu.
Kelda: www.vagur.fo